Lestrarráð
LESTRARRÁÐSVAL VERÐUR 28. APRÍL - 12. MAI 2025
Ger tína ávirkan galdandi og kom at virka í lestrarráðnum á tínari deild.
Sessir eru fyri bæði lesandi og starvsfólk, so hetta er títt høvi at koma upp í part og gera tína ávirkan galdandi í innanhýsis góðskumenningini av útbúgvingum á Setrinum..
Sum limur í lestrarráðnum fært tú serstakt innlit í útbúgvingarvirksemið á deildini og kann fáa ávirkan á innihaldið í útbúgvingunum, og hvussu tær eru skipaðar og lýstar. Lestrarráðini eru eisini týðandi partur av góðskuarbeiðinum á deildini, og er tað avgerðandi, at ráðini eru væl mannað, soleiðis at Setrið hevur góðar viðleikarar í støðugu menningini av góðskuni av okkara útbúgvingum og skeiðum.
Starvsfólk vera vald fyri eitt 3 ára tíðarskeið, og lesandi vera vald í eitt 2 ára tíðarskeið.
Nærri kunning um ráðini er at finna longur niðri á hesi síðuni.
Opið er fyri uppstillingum 2. til 16. apríl, og tit stilla upp við at fylla út váttan um uppstilling og senda hana til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo.
Øll lesandi og vísindastarvsfólk, ið eru innskrivað á útbúgving ella í starvi (íroknað ph.d.-lesandi) á Setrinum tann 1. apríl, eru valbær, so tað er bara at stilla upp.
Uppstillingarskjalið er viðfest.
Tá allar váttanir eru skrásettar av valnevndini, verður valið skotið í gongd á talgildum palli tann 28. apríl og lokar 12. mai 2025. Nærri kunning um hvussu tit atkvøða kemur seinni.
Sessir, sum standa fyri vali:
DHS:
Starvfólk: 1 sessur stendur fyri vali
Lesandi: 1 varalimur stendur fyri vali
FMD:
Starvfólk: einki starvsfólk stendur fyri vali
Lesandi: 2 sessir standa fyri vali
NÁD:
Starvfólk: 1 sessur standa fyri vali, umframt ein varalimur
Lesandi: 4 standa fyri vali
NVD:
Starvfólk: 1 sessur stendur fyri vali, umframt ein varalimur
Lesandi: 1 sessur stendur fyri vali
SSD:
Starvfólk: 1 sessur stendur fyri vali, umframt ein varalimur
Lesandi: eingin lesandi stendur fyri vali
Eftirlit við menningini av útbúgvingum Setursins
Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya við seinni broytingum ásetur Stýrið felags reglugerð galdandi fyri øll lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya.
Lestrarráð skulu tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya og tryggja undirvísarum og lesandi ávirkan á innihaldið í undirvísingini.
Virkisøki og heimildir
Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt mentar.
Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:
- Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
- Viðmerkja útbúgvingarprofilar, námsskipanir og nýggjar ella nógv broyttar skeiðslýsingar
- Viðmerkja tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum liður í eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum
- Góðkenna umsóknir um avriksflutning eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðara og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
- Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya
Skipan av lestrarráði
Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Vísindastarvsfólk og lesandi hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta:
- Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
- Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
- Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
- Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi
- Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi
Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya og í mannagongdini fyri lestrarráðsvali.