Depilin fyri heilsu- og almannagransking
Á samkomu í Heilsumálaráðnum 8. desember 2015 varð avtala undirskrivað um menning av granskingarsamstarvi millum Granskingarráðið øðrumegin og Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hinumegin. Stuðulin er uppá 7 milliónir krónur og skal nýtast eftir nærri avtalu komandi 5 árini.
Avtalan er úrslit av drúgvari tilgongd, har partarnir hava samskift um, hvussu besta samstarvið fæst burturúr við teimum treytum, sum eru settar fyri stuðulin.
Stuðul latin úr Sjúkrakassagrunninum til Depil fyri heilsu- og almannagransking
Stuðulin stavar frá fænum úr Sjúkrakassagrunninum, sum Løgtingið á vári 2012 avgjørdi skuldi setast av til gransking og onnur átøk á heilsuøkinum. Ein nevnd varð sett fyri Sjúkrakassagrunnin, sum ásetti neyvari, hvat peningurin skuldi brúkast til. Á vári 2014 handaði nevndin Granskingarráðnum fæið saman við leiðreglum fyri, hvussu fæið skuldi umsitast og brúkast til at menna heilsuøkið í Føroyum.
Tað var ásett, at peningurin skuldi brúkast á 3 økjum. Avtalan í dag er gjørd við støði í
Høvuðsøki 3, har tað vóru settar 7 mill. kr. av til: Stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum.
Fyrisiting Granskingarráðsins hevur í samráði við forkvinnurnar í Faknevndini og Granskingarnevndini, sum varða av hesum málinum, síðani síðsta heyst samráðst við avvarðandi partar, sum eru Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um karmar, innihald og leist fyri eina avtalu. Samband hevur eisini verið við Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.
Rættiliga tíðliga í tilgongdini gjørdu teir tríggir stovnarnir vart við, at teir ynsktu at styrkja granskingarsamstarvið sínámillum við at skipa ein depil fyri heilsugransking. Teir ynsktu, at stuðulin frá Høvuðsøki 3 kundi nýtast í uppbyggingini av hesum deplinum. Hetta var semja um var eitt gott hugskot, um so varð, at tað bar til at skipa hetta, so tað samsvaraði við leiðreglurnar.
Fleiri fundir hava verið og fleiri uppskot eru viðgjørd og viðmerkt. Ávegis eru Faknevndin og Granskingarnevndin kunnaðar um málið, og støða hevur verið tikin til ymsar partar í málinum. Á fundi 30. november góðkendi Granskingarnevndin uppskotið til avtalu eftir tilmæli frá Faknevndini.
Í endaligu avtaluni er ásett, at stuðulin skal býtast soleiðis til tey trý økini, sum leiðreglurnar nevna: