Granskingardepilin fyri samfelagsmenning er ein granskingardepil, sum hevur til endamáls at fremja og menna samfelagsvísindaliga gransking. Granskingarvirksemi fevnir bæði um føroyskar og altjóða granskingarverkætlanir.

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning er sprottin úr Granskingarverkætlan fyri økismenning, og hevur síðan 1. januar 2008 verið partur av Fróðskaparsetri Føroya.

Granska innan nógv øki

Granskingin á Granskingardeplinum hevur frá byrjan verið knýtt at granskingarætlanum, sum fevna um 3-5 ár. Verandi granskingarætlan er fyri tíðarskeiðið 2010 - 2015, við høvuðsheitinum "Samfelagsmenning - vald og demokrati".

Umframt egnar granskingarætlanir, luttekur Granskingardepilin eisini í fleiri altjóða granskingarverkætlanum, umframt at Granskingardepilin eisini ger umbidnar uppgávur fyri stovnar, fyritøkur og feløg í Føroyum.

Adressa:
Vágsvegur 48
Postboks 18
FO-900 Vágur
Tlf. + 298 604070
Fax. +298 374476
T-postur: info@socdev.fo

Starvsfólk á Granskingardeplinum:

Olga Biskopstø
samfelagsfrøðingur
telefon: +298 292592
teldupostur: olgab@setur.fo

Dennis Holm
samfelagsfrøðingur, farloyvi
telefon:: +298 292591
teldupostur: dennish@setur.fo