Skriva út

Samstarv við vinnulív

Fróðskaparsetrið mennir áhaldandi samstarvið við føroyska vinnulívið.

Málið er at tryggja, at okkara gransking er til greitt og vaksandi gagn fyri føroyska samfelagið.

Fleiri granskingarsamstørv eru ment, og hesi verða serliga grundað á øki, ið vinnan hevur áhuga fyri, og sum gagna bæði gransking, fyritøku og samfelagi.

Gransking er grundleggjandi fyri alla samfelagsliga menning. Granskingarsamstarv gevur eini fyritøku nógv annað enn fíggjarligar ágóðar, serliga kann tað gera arbeiðið meira spennandi fyri starvsfólk og draga vælútbúgvin og dugnalig starvsfólk til fyritøkuna.

Samstørvini geva samstundis granskarunum á Fróðskaparsetrinum betri innlit í vinnuviðurskifti og høvi at arbeiða við aktuellum avbjóðingum.

Samband

Um fyritøkan hjá tykkum hevur áhuga fyri samstarvi, so eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til Granskingar- og framtakseindina á Setrinum, sum kann hjálpa tykkum m.a. við at finna tann rætta granskaran á Fróðskaparsetrinum til uppgávuna.

Set teg í samband við Granskingar- og framtakseindina á reu@setur.fo.