University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Samstarv

Altjóða útbúgvingarsamstørv

Fróðskaparsetrið hevur formligar samstarvsavtalur við fleiri universitet, sí útgreining av hesum avtalum. Umframt hetta samstarvar Fróðskaparsetrið við eina røð av stovnum og starsvfólk okkara við starvsfelagar á stovnum aðra staðni. Niðanfyri eru slóðir til stovnar , vit hava samstarv á onkran hátt, og til samtøk, sum vit luttaka í.

Háskúli Íslands
Háskólinn á Akureyri
Ilisimatusarfik í Grønlandi
Universitetið í Bergen 
Nansen Centrið í Bergen 
Universitetið í Stavanger 
Københavns Universitet
Århus Universitet


Samstarvsavtalur

Fróðskaparsetrið hevur samstarvsavtalur við fleiri útlendsk universitet, serliga í norðanlondum. Niðanfyri er yvirlit yvir ymsu avtalurnar við avriti av sjálvum avtalunum.

Háskóli Íslands
Í oktober 2000 skrivaðu rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Malan Marnersdóttir og rektarin á Háskóla Íslands, Páll Skúlason undir viljalýsing um samstarv millum stovnarnar báðar. Yvirlýsingin byggir á ta avtalu, sum var undirskrivað í oktober 1990 av rektarunum báðum (tá vóru Petur Zachariassen og Sigmundur Guðbjarnarson rektarar). Samstarvið er ætlað at fevna um allar greinir, men serligur dentur verður lagdur á verðandi samstarv við Frændafundum og samstarv innan m.a. orðabókafrøði. Eisini verður størri dentur á at samstarv innan løgfrøði. Løgfrøði var tikið við í serliga samstarvsavtalu, millum Søgu- og Samfelagseildina og Lagadeild Háskóla Íslands, sum var undirskrivað í 2002.
Viljayvirlýsing millum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya  
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands frá 1990  
Yvirlýsing frá Søgu- og samfelagsdeildini og Lagadeild Háskóla Íslands 
Ískoytið til avtalu millum Háskola Íslands og Fróðskaparsetur Føroya, frá 13. mai 2013

Háskólin á Akureyri
9. november 2005 skrivaðu Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum og Þorsteinn Gunnarsson, rektari á Háskólanum á Akureyri undir eina viljayvirlýsing (letter of intent). Stovnarnir báðir siga at teir vilja arbeiða fyri samstarvi innan gransking og útbúgving við serligum atliti til 3 øki, sum eru: lóg, KT-frøði og umhvørvistøkni.
Viljayvirlýsing millum Háskólan á Akureyri og Fróðskaparsetur Føroya 

Høgskolen i Stavanger
Í 1997 skrivaðu Fróðskaparsetrið og Høgskolen í Stavanger undir samstarvsavtlu. Avtalan skal lætta um samksiftið millum stovnarnar báðar, so at serliga avriksflutningur verður lættari. Eisini skal avtalan menna samstarvið millum granskarnar á stovninum.
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetrið og Høgskolen i Stavanger 

Historisk Institut, Århus Universitet
Í 2002 hava Søgu-og samfelagsdeildin og Historisk Institit gjørt avtalu um avriksflutning millum deildirnar báðar. Tað merkir millum annað at ein BA útbúgving á aðrari deildini er at sammeta við BA á útbúgving á hinari, eins og avriksflutningurin millum einstakar lærugreinar eisini skal vera lættari.
Samstarvsavtala millum Søgu- og samfelagsdeildina og Historisk Institt Århus Universitet 

Samstarvssvtala millum Fróðskaparsetrið, Fiskirannsóknarstovuna og Nansen Center í Bergen 
Avtalan skal styrkja havfrøðiliga gransking og samstarvið um hesa á teimum trimum stovnunum. 
Samstarvsavtala millum Fróðskaparsetur Føroya, Fiskirannsóknarstovuna og Nansencentrið í Noregi

Biologisk Institut, Københavns Universitet
Í 1995 boðaði Naturvidenskabeligt Fakultet frá, at støðisútbúgvingin í lív-/evnafrøði er at sammeta við teirra 'Basisdel'.
Samstarvsavtala millum Náttúruvísindadeildina og Naturvidenskabeligt Fakultet Københavns Universitet

Health, Århus Universitet
Í desember 2012 undirskrivaðu Allan Flyvbjerg, dekanur á Faculty of Health, Århus Universitet, og Hans  Pauli Joensen, dekanur á megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi rammuavtalu fyri samstarvi innan heilsuvísindi”
Samstarvsavtala millum Megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og Faculty og Health, Aarhus University.

DTU Nationallaboratoriet for Bæredygtig Energi
Í september 2012 undirskrivaðu Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, og Hans Hvidtfelt Larsen, vicedekan á DTU NATLAB á Danmarks Tekniske Universitet samstarvsavtalu um uppbygging av einum sterkum granskingarumhvørvi, sum skal granska, ráðgeva og geva hægri útbúgvingartilboð við atliti at framtíðar orkuskipanum í Føroyum. 
Samstarvsavtala millum Danmarks Tekniske Universitet og Fróðskaparsetur Føroya