Skriva út

Eksternar próvtøkur

- eitt hent alternativ

Í summum førum kunnu lesandi á hægri lærustovnum uttanlands fáa loyvi til at at taka skrivligu ella munnligu próvtøku teirra ella upptøkuroynd til skúla uttanalnds á Fróðskaparsetrinum.

Góðkenning / Reglur

Lesandi eiga at tryggja sær fyrst, at tey hava fingið loyvi frá teirra útbúgvingarstovni til at fara til próvtøku terirra á Setrinum. Hareftir má Setrið taka støðu til, um tað er gjørligt at halda ynsktu próvtøkurnar vegna útbúgvingarstovnin hjá tí lesandi. Hetta verður mett um frá ferð til ferð.

Fróðskaparsetrið kann ikki endaliga góðkenna at halda próvtøkuna, fyrr enn útbúgvingarstovnurin hevur váttað dag og klokkutíð, sum próvtøkan skal vera. Setrið kan heldur ikki bjóða seg til at halda allar próvtøkurnar gjøgnum eina heila útbúgving. Serstøk avtala má gerast fyri hvørja próvtøku sær.

Tá ein lesandi hevur fingið loyvi frá sínum útbúgvingarstovni, skal tann lesandi seta seg í samband við Lestrrarskrivstovuna á Setrinum beinanvegin við einum formligum fyrispurnngi til lss@setur.fo. Nústani tá kann mannagongdin í sambandi við próvtøkuhaldið setast í verk.

Gjald

Fróðskaparsetrið krevur gjald fyri hesa tænastu. Fasta gjaldið er 1.200 kr. + møguligt ískoyti:

  • Um próvtøkan er ein leygardag ella ein halgidag, verður eitt eyka gjald upp á 300 kr. lagt á fyri hvønn tíma - í minsta lagi fyri tveir tímar. Kravt verður einans fyri heilar tímar.

  • Um próvtøkan - ella partar av henni - er uttan fyri vanliga arbeiðstíð, verður eitt eykagjald upp á 150 kr. lagt á fyri hvønn tíma, í minsta lagi fyri tveir tímar, um øll próvtøkan fer fram eftir kl. 16.00.

  • Er talan um eina próvtøku, sum skal fara fram á netinum, verður eitt eykagjald upp á 220 kr. lagt á fyri hvønn tíma, í minsta lagi fyri tveir tímar. Er próvtøkan á netinum ein leygardag ella ein halgidag kemur eitt eykagjald upp á 520 kr. fyri hvønn tíma - í minsta lagi fyri tveir tímar. Kravt verður einans fyri heilar tímar.

  • Um útbúgvingarstovnurin krevur, at próvtøkuavrikið skal sendast við snarposti, verður eitt eykagjald uppá 1.000 kr. kravt fyri DHL gjald.

Gev gætur! Fasta gjaldið fellur beinanvegin sum útbúgvingarstovnurin hevur heimilað, at próvtøkan kann fara fram á Fróðskaparsetrinum. Fasta gjaldið verður ikki afturgoldið, um so er at tann lesandi meldar frá ella ikki møtir til próvtøkuna. Men verður avlýst í minsta lagi tvær vikur undan próvtøkuni, skulu einans 600 kr. rindast. Avlýsing eftir hetta krevur fult gjald.

Gjaldið skal flytast til kontuna hjá Fróðskaparsetrinum í Eik Banka 9181-495.872.3, og váttan um, at gjaldið er flutt, skal sendast til Fróðskaparsetrið til: lss@setur.fo.

Fyrispurningar

Fyrispurningar um eksternar próvtøkur skulu beinast til Lestrarskrivstovuna

Skriva til teldupostin: lss@setur.fo

ella ring til tlf.:
+298 352511