Føroyamálsdeildin hevur í samstarvi við universitetið í Tromsø (UiT) ment ein nýggjan føroyskan rættstavara
Rættstavarin, sum er gjørdur í samstarvi millum Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya og máltøkningarnar Trond Trosterud og Sjur Nørstebø Moshagen á universitetinum í Tromsø í Noregi, kemur í staðin fyri tann gamla rættstavaran, sum ikki longur er virkin.
Hetta er tann fyrsta útgávan av hesum rættstavaranum, og tí er talan um eina beta-útgávu. Tað merkir, at rættstavarin ikki er liðugur, men er framvegis í gerð. Hann virkar á sama hátt sum aðrir rættstavarar, við at ein reyð strika kemur undir orð, sum rættstavarin ikki kennir. Tað kann vera eitt skeivt stavað orð ella ein orðaformur, sum ikki er komin inn í rættstavaran enn. Tí heita vit á brúkarar um at gera okkum varugar við, tá orð vanta og um møguligar villur. Arbeitt verður við at gera tann automatiska uppskotslistan betri.
Rættstavarin byggir á orðlutir og teirra samansetingar. Nýggj orð og nýggir orðaformar verða støðugt lagdir inn í rættstavaran, og tað kann eisini vera, at summi orð sum frá líður verða tikin úr rættstavaranum aftur. Um skeivir orðaformar eru í rættstavaranum, frætta vit fegin um tað.
Í tí bygnaðarliga partinum av verkætlanini hevur Málráðið ikki verið við, men vit vænta, at samstarv kemur í lag við Málráðið við framhaldandi menning av rættstavaranum. Rættstavarin gevur uppskot til stavseting, men hevur ongan almennan normerandi myndugleika eins og ein stavsetingarorðabók.
Orðatilfarið í rættstavaranum er úr móðurmálsorðabókini og øðrum talgildum tekstum, bæði fagurbókmentum og yrkistekstum. Bendingarformar byggja lutvíst á móðurmálsorðabókina, t.d. síðuformar sum liðinum og liðnum, gæsnum og gásunum. Hinvegin eru í summum tøkuorðum bæði fremmandar og føroyskar bendingarendingar við, t.d. temað og temaið (bundið eintal av tema) og temu og temair (bundið fleirtal). Enn eru fá staðarnøvn við, men tey fara at koma, sum frá líður, vóna vit. Hinvegin eru nógv vanliga nýtt tøkuorð við.
Viðmerkingar og spurningar kunnu sendast til stava@setur.fo. Fólk fáa ikki í øllum førum persónligt svar, men alt, sum verður sent stavaranum, verður lisið og viðgjørt.
Arbeitt verður við at gera rættstavaran kláran til Mac-teldur.
VEGLEIÐING:
Tryggja tær, at eingin gomul útgáva av føroyskum rættstavarum er á telduni.
Trýst her, og so kemur tú til síðuna, har tú kanst taka stavaran niður á telduna.
Vegleiðing til at taka niður:
Trýst á myndina "windows" og goym stavaran á telduni.
Trýst tvær ferðir á forritið, har tú hevur goymt tað á telduni, og installera.
Gev gætur: Neyðugt at velja danskt, enskt ella annað mál, tá tú leggur forritið inn, men hóast tað, so er tað tann føroyskari stavarin, sum tú leggur á telduna :)
Tá tú hevur tikið stavaran niður, enda so installatiónina. Síðani letur eitt forrit seg upp, og har skalt tú velja føroyskt mál (sí niðanfyri).
Tá tú hevur sløkt og tendrað telduna aftur, liggur føroyski rættstavarin á telduni og kann brúkast til fleiri ymisk forrit.
Les meira um stavaran her