Spurt og svarað
Hví vanta ljóðbrot?
Um eitt ljóðbrot kemur fram í leitingini, men ikki er tøkt at spæla, er tað annaðhvørt tí, at tað ikki er talgilt enn, ella tí at tilsøgn ikki er givin um at leggja tað alment út enn. Til ber at fáa nærri at vita, um tit venda tykkum til okkara við telduposti.
Skrásetingin er ófullfíggjað!
Ja, skrásetingin er ófullfíggjað og tað er stórur munur á skrásetingini av einstøku bondunum. Hetta kemst av, at bondini eru fingin til vega á ymsan hátt og hava verið viðgjørd sera ymiskt. Summi eru skrásett út í æsir, meðan onnur bert eru merkt við upptøkudegi og staði. Skrásettu evnini eru í stóran mun ásett eftir, hvør ið hevur skrásett og í hvørjum sambandi. Vit hava mett at hóast skrásetingin er tilafturskomin, so er tað umráðandi at veita fólki atgongd til upptøkurnar, tí arbeiðið at skráseta alt eins gjølla hevði tikið sera nógv ár, og tað er sannlíkt, at nógv vitan og høvi at fáa rættað feilir hevði farið fyri skeytið, um vit bíða longur.
Kann eg brúka upptøkur og tilfar úr savninum, eins og mær lystir?
Tilfarið í savninum kann nýtast til privata nýtslu og til gransking og undirvísing. Tað kann ikki brúkast til útgávu ella vinnulig endamál, uttan í samráði við FMD og tey, sum eiga upphavsrættin.
Her er feilur í skrásetingini!
Villur í skrásetingini koma fyri. Kemur tú fram á feilir í skrásetingini, heita vit á teg um at venda tær til okkara við telduposti, soleiðis at vit fáa høvi at rætta teir. Í summum førum samsvarar teljarin á spælaranum ikki við skrásetta sekundtalið á bandinum –tískil kann tað koma fyri at ein upptøka byrjar beint áðrenn ella aftaná ásetta “bókamerkið”. Hetta verður rættað, men fyribils mæla vit fólki til at meta ásettu bókamerkini sum vegleiðandi, ikki sum neyvar ásetingar.
Hví er ongin mynd av ommu?
Tað er eyðvitað, at myndatilfar av fólki, støðum og hendingum kundu økt almikið um virðið á tilfarinum. Vit hava sum er sera fáar myndir og avmarkaða orku til at menna hendan partin av savninum, men vit eru áhugað í at fáa bæði talgildar myndir, og ævisøguligt tilfar um heimildarfólk, so um tú hevur hug at fáa lagt aftrat skipanini, ert tú vælkomin at venda tær til okkara.