Skriva út

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Útbúgvingarnar fevna um bachelor í sjúkrarøktarfrøði.

Síðan 2016 er boðin masterútbúgving innan heilsu. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Eitt sindur um søguna

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystur, sum tað nevndist fram til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1920. Í fyrstani var útbúgvingin ikki í føstum kørmum. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.

Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildið við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen." Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.

Í februar 2000 var skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Skúlin hevur síðani virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. 22. januar 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstigi.

Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Bachelorútbúgvingin í  sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og kliniska undirvísing á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og í heimarøktini kring landið.

Í 2016 bar til at søkja inn á nýggju masterútbúgvingina í fólkaheilsu. Framman undan høvdu stakskeið verið bjóðað út ímóti gjaldi, men hetta var fyrstu ferð, at full masterútbúgving innan fólkaheilsu bleiv bjóðað út á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

Í 2018 og 2020 er tikið inn til master í heilsuvísindi. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár ella sum fulltíðarlestur yvir 2 ár. Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.

Adressa: 
Vestarabryggja 15
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352250
dhs@setur.fo

Avgreiðsla:

Mándag, týsdag, hósdag og fríggjadag
frá kl. 09.00 til kl. 13.00

Mikudag stongt

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum