Náttúruvísindadeildin
Á Náttúruvísindadeildini verður granskað og undirvíst í náttúruvísindum, tøkni og støddfrøði. Útbúgvingartilboðini eru til bachelor innan kunningartøkni, orku og lívfrøði og til hjánám í støddfrøði. Arbeitt verður við at menna masterútbúgvingar oman á bachelorútbúgvingarnar.
Í fyrstu atløgu er talan um masterútbúgvingar innan kunningartøkni og lívfrøði. Dentur verður lagdur á útbúgvingartilboð og granskingarøki, ið m.a. kunnu gagna bæði privata og almenna geiranum. Framburðir í nútíðarsamfelagnum byggja í stóran mun á gransking og hægri útbúgvingar í náttúruvísindum og tøkni.
- 22.03.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinAlment tiltak: Vitlíki millum vit og kenslurFríggjadagin 12. apríl klokkan 15 bjóðar Fróðskaparsetrið...
- 06.03.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinKloakkdálking í HavnNýggj kanning, sum Anni Djurhuus, granskari á Fróðskapars...
- 05.03.2024 Setrið NáttúruvísindadeildinNótaskip og Varðin við í gransking hjá Setrinum og HavstovuniEin nýggj granskingarverkætlan um uppsjóvarfisk og hjávei...