
Setursskrivstovan
Fyrisitingin á Setrinum
Setursskrivstovan er knýtt at rektarastarvinum sum leiðsluskrivstova og meginfyrisiting fyri stovnin. Uppgávurnar hjá Setursskrivstovuni fevna m.a. um gerð og samskipan av fíggjarlógaruppskotum og játtanum, umframt ávísingar, bóking í FSL-skipanini og eftirlit við givnum játtanum. Setursskrivstovan hevur ábyrgdina av roknskaparhaldi Fróðskaparsetursins, eins og hon umsitur grunnar, studningar o.a.m.
Av øðrum uppgávum eru at nevna: Almennar og innanseturs reglur, fundir í ymsum nevndum, starvsfólkamál, journal, skrásetingar (lesandi, matrikul, próvdómarar, próvtøkur, próvskjøl o.a.), val til stýrið, ársfrágreiðing og annað kunningartilfar, almenn skeið, almennir fyrilestrar, ritgerða- og savningarkappingar, námsferðarstudningar, samstarv og samskifti við aðrar stovnar heima og úti.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 11.06.2024 Setrið SetursskrivstovanVilt tú vera KT-leiðari á Setrinum?Starvið sum KT-leiðari á Føroya størsta vitanarstovni er...
- 28.05.2024 Setrið SetursskrivstovanFranski sendiharrin vitjar SetriðChristophe Parisot, franskur sendiharri í Danmark, hevur...