Søgu- og samfelagsdeildin
Á Søgu- og samfelagsdeildini verður granskað og undirvíst í ymiskum søguligum og samfelagsligum viðurskiftum. Granskingin er grundstøðið undir undirvísingini. Søgu- og samfelagsdeildin miðar eftir at fremja granskingargrundaða undirvísing á altjóða stigi. Granskingin á deildini verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og háttaløgum sum søgu- og samfelagsgransking yvirhøvur, men støði verður í størri mun tikið í føroyskum viðurskiftum. Undirvísingin á deildini tekur tí í stóran mun støði í tilfari og dømum, sum eisini eru viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið.
Fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum á Søgu- og samfelagsdeildini, bæði á BA og MA stigi:
Til ber at taka trý ára bachelornám í søgu, stjórnmálafrøði, samfelagsvísindum, búskapar- og virkisfrøði og í løgfrøði.
Eisini bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin tvey ára masternám søgu, stjórnmálafrøði og samfelagsvísindum, leiðslu og skipan, lóg og embætisprógv í løgfrøði.
Tað ber eisini til at taka samansett masternám, har t.d. søga kann vera annaðhvørt høvuðs- ella hjánám saman við aðrari lærugrein sum hjá- ella høvuðsnámi, ið gevur fakligan førleika til at undirvísa í tveimum lærugreinum í miðnámsskúlunum.
Eftir serligum treytum ber eisini til at taka ph.d. nám á Søgu- og samfelagsdeildini.
- 22.03.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyskir filmar í nýggjari vísindaligari bókBye Bye Blue Bird og Dreymar við Havið eru umboðaðir í ný...
- 29.01.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFyrilestur í altjóða havrættardómstólinum í HamburgBjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri F...
- 22.01.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinGranskingarstuðul til trygd, verju og uttanríkisviðurskiftiNú ber til at søkja um stuðul til gransking í uttanríkisv...