Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Landsbankanevndin er sambært lógini um Búskaparráð samstundis Búskaparráðið.
Nevndin (ráðið) er skipað við 5 limum, sum landsstýrismaðurin velur eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Limirnir eru valdir fyri eitt trý ára tíðarskeið. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Í minsta lagi tríggir av limunum skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu harumframt hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av førleikaøkjum nevnd niðanfyri og nevndarlimirnir skulu samanlagt fevna um allar førleikarnar:
- Búskaparfrøði
- Fígging og kredittmeting
- Føroyskt vinnulív
- Serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum verða almannakunngjørdar 1. mars og 1. september. Ráðið kann harumframt gera evnisfrágreiðingar. Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er sambært lóg løgd til Landsbankan at røkja.
Tað fyrsta ráðið fór til verka tann 1. januar 1997.
Les meira um Búskaparráðið her: https://www.landsbankin.fo/?id=603
- 19.03.2021 Setrið BúskaparráðiðKonjunkturmeting frá BúskaparráðnumBúskaparráðið metir, at samlaði búskapurin veksur við 4,6...
- 15.09.2020 Setrið BúskaparráðiðStoyturin er ikki nøkur kreppa- Vit fáa stóra búskaparminking av koronu, men longu næst...
- 03.04.2020 Setrið BúskaparráðiðBúskaparráðið: Bráðfeingis hjálparpakki til tænastuvinnunaFyri at mótvirka húsagangir og uppsagnir í tænastuvinnuni...