Horizon.png
Peningurin skal brúkast til at kanna, hvussu altjóða tilfeingisvinnur trýsta og ávirka samfeløg í Arktis (Foto: Horizon 2020)
Brynhild Thomsen
01.05.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

1,2 mió til Søgu- og samfelagsdeildina

Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum hevur fingið 1,2 milliónir krónur úr Horizon2020 til at granska, hvussu altjóða tilfeingisvinnur trýsta og ávirka samfeløg í Arktis

Tey næstu fýra árini verður Søgu- og samfelagsdeildin partur av granskingarverkætlan, kallað ArcticHubs, sum er skipað í Horizon2020-samstarvinum.

Endamálið við ArcticHubs er at eyðmerkja, kortleggja og kanna, hvørja ávirkan altjóða kappingin um at troyta náttúrutilfeingi í Arktis hevur á fólk og lokalsamfeløg í økinum. Eisini er ætlanin at menna amboð til at stýra hesum vinnum. 
Verkætlanin byrjar í august, og tað verða Ragnheiður Bogadóttir og Gestur Hovgaard, sum fara at standa fyri føroyska partinum av ArcticHubs.

Stórar visjónir og mál

Horizon2020 er størsta granskingar- og nýskapanarskipan í søguni hjá Europeiska Samveldinum. Stuðulsskipanin, sum er galdandi fyri árini 2014-2020, hevur 75 milliardir evrur at brúka sum stuðul til granskarar, fyritøkur, íverksetarar, felagsskapir og landspartar og onnur.

Visjónin er, at besta granskingin, størstu frambrotini í nýmenning og nýggj tøkni skal virka við til at loysa nakrar av størstu samfelagsligu avbjóðingunum, sum eru í Europa, og samstundis vera við til at fremja vøkstur og arbeiði.

Talan er um tvørfakligt og altjóða samstarv millum granskarar, fyritøkur og brúkarar.

Føroyar verið við í 10 ár

Føroyar gjørdust formligur partur av hesum granskingarsamstarvinum hjá ES í 2010.

Tá Horizon2020 varð skipað í 2014, samdust Føroyar og ES um ein nýggjan sínámillum sáttmála fyri at tryggja, at Føroyar kundu halda fram sum atlimaland undir nýggju samstarvsskránni.

Horizon2020 gevur Føroyum atgongd til stuðul av hesi felags ES-játtanini, og atlimaskapurin setur sostatt Føroyar ájavnt við ES-limalond, tá talan er um møguleikar hjá føroyskum granskarum, granskingarstovnum og fyritøkum at søkja stuðul haðani og vera við í ymsum samstarvsskipanum fyri gransking og nýskapan í Europa.

Føroyar rinda eitt árligt luttøkugjald til felags fíggingina av granskingarsamstarvinum, og tað verður roknað eftir føroyskum BTÚ á sama hátt sum hjá hinum limalondunum í Horizon2020.

Nærri kunning um Horizon 2020 fæst við at venda sær til Granskingarráðið, sum gevur ráð um luttøku og umsóknir. Lesið meira her.

Tað er Mentamálaráðið, ið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av at umsita sáttmálan.

Ein stutt filmslýsing av Horizon2020 er her.