10 ár av netverkan
07.09.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

10 ár av netverkan

Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring, NVL, hátíðarheldur, í morgin 8. september, 10 ára jubileum fyri norðurlendskt samstarv og netverkan um vaksnamannalæring og lívlanga læru. Hátíðarhaldið verður hildið í Oslo.


Í 2005 byrjaði Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring sítt virksemi, og eitt nýtt tíðarskeið í norðurlendskum samstarvi í lívlangari læring tók við.

Hesi tíggju árini hevur NVL savnað týðandi leikarar innan fyri vaksnamanna læring í øllum Norðurlondum við miðvísum tematiskum arbeiði á strategiskum menningarøkjum. Samanlagt 31 ymisk netverk eru fingin í lag, sum árini eru liðin. Úrslitini av virkseminum hjá NVL eru í 78 frágreiðingum, sum leggja støðið undir arbeiðið hjá Ráðharraráði Norðurlanda og hava givið íblástur til nýggjar menningarverkætlanir. Virksemið fevnir víða og hevur ein breiðan kontaktflata til stórar partar av vaksnamannaútbúgving í Norðurlondum. Hvørt ár arbeiðir NVL við meiri enn 150 samstarvsfeløgum.

”Lívlong læring er eitt týdningarmikið felagsmál í øllum Norðurlondum. Vit liggja fremst, tá ið um vaksnamannaútbúgvingar ræður. Ikki minst tí, at NVL dugir at brúka samstarvsmøguleikarnar í londunum, bæði tá ið tað snýr seg um greiða hvør øðrum frá royndum, fyrimyndum og háttaløgum, sum virka til gagns fyri at menna einstaklingin, at vera við í fólkaræðinum og menna arbeiðs- og samfelagslív í Norðurlondum.”

Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Ráðharraráði Norðurlanda.

Nógv er, sum sameinir Norðurlond, men eisini nógv, sum skilir tey. Aðalhugsanin við NVL er, at vit kunnu læra hvør av øðrum, samstundis sum vit varðveita okkara sermerki, eisini teir ymisku útbúgvingarformarnar til tilkomin fólk. Við at arbeiða í smidligum netverkum kann NVL skjótt svara ymiskum tørvi og lata netverkini arbeiða so leingi, tað  tænir endamálinum.

Í løtuni seta netverkini fimm høvuðsevni í brennidepilin; smidleika í útbúgvingum, innovatión, validering, vegleiðing og førleikamenning.

Netverkini arbeiða við greiningum, samanberingum, tilmælum og menning í geiran og hava longu rokkið ítøkiligum úrslitum.
 
Tá ið NVL byrjaði í 2005, staðfesti Margrethe Steen Hernes (avgreiðslustova Ráðharraráðs Norðurlanda), at Norðurlendskt Netverk fyri vaksnamannalæring skal virka sum eitt lím hjá menniskjum, sum hava áhuga fyri læring hjá vaksnum.
 
Nú vit hava netverkað í tíggju ár, kunnu vit siga, at tað málið er rokkið. NVL er ein sterkur felagsskapur, sum stimbrar arbeiðið at menna vaksnamannaútbúgving í øllum Norðurlondum. Fundarstaðir í Norðurlondum, sum NVL hevur skipað hesi árini, eru dygdargóðir og hava gjørt tað at samskifta og skifta royndir millum ymsu partarnar, sum takast við læring hjá vaksnum, lættari, millum granskarar og praktikarar, harumframt millum útbúgving og arbeiðslív.

Sí skránna fyri tiltakið her

Vilt tú vita meira: Set teg í samband við Johanni.larjanko(at)bildningsalliansen.fi, kunningarleiðara á NVL.

Les meira um NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) her