23.04.2012
Altjóða Skrivstovan Føroyamálsdeildin
Skriva út

10 útbúgvingar á Setrinum

Fram til 2. juli er møguleiki at søkja inn á allar 10 útbúgvingarnar, ið Fróðskaparsetur Føroya bjóðar.


Í ár ber á fyrsta sinni til at søkja á kvotu II. Tað merkir, at umsøkjarar umframt miðnámsskúlaprógv eisini kunnu blíva mettir eftir øðrum førleikum. Pláss er fyri samanlagt 220 lesandi á teimum 10 útbúgvingunum. Umsøkjarar fáa svar 12. juli.

Fróðskaparsetur Føroya metir, at tað er sera umráðandi, at upptøka er á hvørjum ári til allar útbúgvingarnar á Setrinum.

Á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi er møguleiki at søkja inn á BA í søgu, BA í føroyskum, BSs í samfelagsvísindi, BEd lærara og BEd námsfrøði.

Á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi er møguleiki at søkja inn á BSc í náttúruvísindi við denti á annaðhvørt havfrøði ella jarðfrøði, BSc í lívfrøði, BSc í KT-verkfrøði og BSc í sjúkrarrøktarfrøði.

Kunningartiltakið
2. mai 2012 verður stóra almenna Kunningartiltakið hjá Setrinum hildið hjá Østrøm á Skálatrøð. Her fara lesandi fyri allar útbúgvingarnar at siga frá. Eisini verður høvi at hitta granskarar og undirvísarar og frætta nærri um útbúgvingar og lestrarumstøður. Studni og MFS luttaka eisini á tiltakinum. Í steðginum fara Lív Næs og Tróndur Enni at spæla og syngja.

Áhugað eru altíð vælkomin at venda sær til lestrarvegleiðarnar  á Setrinum við spurningum, og á setur.fo er kunningartilfar um Setrið og útbúgvingarnar at finna.