20.02.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

100 ára minni um fróðskaparmannin Jóannes Rasmussen

Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30. Hesa ferð snýr fyrilesturin seg um Jóannes Rasmussen náttúrugranskara, sum var ein av høvuðsmonnunum at stovna Fróðskaparsetrið.


Røðin av almennum fyrilestrakvøldum heldur áfram á Háskúlanum komandi mánakvøld kl. 19.30.

Hesa ferð snýr fyrilesturin seg um Jóannes Rasmussen.

29. februar eru hundrað ár síðan Jóannes Rasmussen, varð føddur. Jóannes var sonur Onnu Sofíu, f. Johannesen, av Skarði og Rasmus Rasmussen úr Miðvági, sum stovnaði Háskúlan sjálvur annar.


Jóannes Rasmussen vaks upp á Háskúlanum. Hann var ein av teimum, sum stovnaðu Føroya Fróðskaparfelag í 1952 og Fróðskaparsetur Føroya í 1965.


Mánakvøldið 27. februar kl. 19.30 verður 100 ára minni hansara hildið á Háskúlanum. 

Skráin er henda:


Jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen og leiklutur hansara í føroyska vísindaheiminum.

Martin Heinesen, jarðfrøðingur, talar um náttúruvísindamannin Jóannes Rasmussen.


Guðrun Gaard, ph.d. og studentaskúlalærari, umrøður síðani leiklutin hjá Jóannesi Rasmussen í Fróðskaparfelagnum, og tá ið Fróðskaparsetrið varð stovnað.