173 kvotu-2 umsóknir
Skriva út

173 kvotu-2 umsóknir

Væl fleiri kvotu 2-umsóknir eru komnar inn í ár, samanborið við í fjør


Í ár var fyri fyrstu ferð møguligt hjá umsøkjarum at søkja um upptøku elektroniskt. Upprunaliga var freistin fyri kvotu 2-umsóknir fríggjadagin 15. apríl, men vegna tekniskar trupulleikar, so varð freistin longd til mikudagin 20. apríl.

Talið av kvotu 2-umsóknum er nú gjørt upp. Tað vísir seg, at 173 hava søkt inn gjøgnum kvotu 2, sum er væl fleiri enn í fjør, tá ið talið var 149.

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:

Sjúkrarøkt 46
Lærari 39
Námsfrøði 37
Búskaparfrøði 14
KT-verkfrøði 12
Føroyskt 4
Søga 4
Sosialvísindi 3
Havlívfrøði 2
Mýlsk lívfrøði 7
Vistfrøði 1
Hjánám í støddfrøði 4
Tils. 173 umsóknir

Menn 53 (30,6%)
Kvinnur 120 (69,4%)

Miðalaldurin á kvotu 2-umsøkjarunum er 30,2 ár. Miðalaldurin á kvotu 2-umsøkjarum er vanliga væl hægri enn á kvotu 1-umsøkjarum (freistin at søkja eftir kvotu 1 er 1. juli).

Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.

Upp til 30% verða tikin inn eftir kvotu 2. Fróðskaparsetrið fer undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016.