18 norðurlendingar á summarskeiði í føroyskum
Aftur í ár skipar Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya fyri norðurlendskum summarskeiði í føroyskum máli, kallað Nordkurs
Luttakararnir á skeiðnum eru 18 í tali og koma úr Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Tey verða her í næstan fýra vikur.
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi kunnleika um føroyskt mál og á tann hátt gera tey før fyri at skilja føroyskt og kunna orða seg á føroyskum.
Eisini er undirvísing í mállæru og framburði, og ymsir fyrilestrar við viðkomandi evnum eru somuleiðis á skránni. Í ár eru fyrilestrar um føroyskar bókmentir, kvæði, málpolitikk, máltøkni, purismu og um enska ávirkan á føroyskt mál. Hesir fyrilestrar gera luttakararnar førar fyri at seta føroyska málið í ein størri norðurlendskan samanhang.
Sum part av hesum málskeiði fara skeiðsluttakararnir útferðir runt landið, har tey sleppa at royna sínar førleikar og uppliva føroyska mentan og náttúru.
Skeiðið verður hildið á Føroyamálsdeildini í samstarvi við felagsskapin Nordkurs. Hesin felagsskapur skipar fyri málskeiðum í øllum Norðurlondum og virkar fyri at stuðla samstarvi millum Norðurlond við at styrkja mál- og mentanarfatan landanna millum. Nordkurs er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum.
Undirvísarar á skeiðnum eru Lena Reinert og Uni Johannesen. Skeiðsábyrgdari og samskipari er Iben Nyholm Debess.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...