18 norðurlendskir studentar á skeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini
16.06.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin
Skriva út

18 norðurlendskir studentar á skeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini

Í hesum døgum eru 18 norðurlendskir studentar á summarskeiði í føroyskum. Skeiðið byrjaði 6. juni og endar 24. juni við eini skrivligari próvtøku


Studentarnir eru í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi. Hetta eru studentar, sum lesa mál, bókmentir og tíl. í Norðurlondum. Útlendskir skiftisstudentar í Norðurlondum eru eisini við.

Skeiðið í føroyskum er partur av teimum sonevndu Nordkursskeiðunum, sum verða hildin í øllum Norðurlondum frá mai til august.

Á heimasíðuni hjá Nordkurs stendur soleiðis um endamálið: “Målet med Nordkurs er at give studerende i Danmark, Norge, Sverige, Finland, Island, Grønland og Færøerne mulighed for at blive klogere på nordisk sprog, litteratur og kultur i løbet af sommeren”.

Teir flestu studentarnir fáa stuðul úr heimlandinum til ferð og uppihald. Tað er Norðurlendska ráðharraráðið, sum rindar fyri sjálvt skeiðið, t.e. læraralønir, fyri sosial tiltøk o.s.fr. Universitetini í netverkinum hava gjørt av, at studentarnir kunnu nýta hesi skeiðini sum part av lestrinum í heimlandinum.

Studentarnir, sum koma til Føroya, verða býttir sundur í tveir flokkar: ein fyri tey við ongum fortreytum og ein flokk fyri tey, sum hava okkurt slag av fortreytum í norðurlendskum málum ella almennum málvísindum.

Endamálið við skeiðinum í føroyskum er lutvíst at læra studentarnar føroyskt: mállæru, bendingar, framburð, orðatilfar, at siga einfaldar setningar og at skilja føroyskt. Eitt annað endamál er at kunna um føroyskt sum eitt norðurlendskt mál og hvat, ið eyðkennir tað samanborið við grannamálini. Stutt sagt er endamálið at veita innlit í og um føroyskt.

Umframt undirvísing og fyrilestrar um søgu, málsøgu, bókmentir o.a. verður skipað fyri útferðum til Vestmannabjørgini, Tjørnuvíkar og Gjáar. Ein túrur verður gjørdur úti á Reyni, og eisini vitja vit á Listasavninum.

Studentarnir gista á Háskúlanum. Árini frammanundan hava teir búð hjá privatfólki.

Leygardagin 24. juni verður próvtøkan, og seinni um kvøldið verður veitsla.

Í ár fóru tveir av okkara studentum á Føroyamálsdeildini á Nordkursskeið – báðir fóru til Reykjavíkar.