Turið Sigurðardóttir
24.06.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

2 milliardir kunnu læra seg føroyskt

Bókaforlagið Stiðin hevur givið út læruverk við 2 milliardum møguligum brúkarum. Hetta er læruverk í føroyskum fyri fólk, ið duga enskt.


Verkið "Faroese – A Language Course for Beginners," er samansett av mállæru, lesibók og fløgu. Hetta verkið, sum nu loysir Lockwood av, er tíðarbært, tað er gjølla gjøgnumarbeitt og er eitt nýbrot í námi í føroyskum fyri útlendingar. Tað er gleðiligt, at hetta tilfar nú er tøkt hjá teimum, sum vilja læra føroyskt, antin tey eru stødd í Føroyum ella aðrastaðni á knøttinum.

Verkið, sum hevur verið í gerð í fleiri ár, er nú útkomið og fæst fyri 1000 krónur í bókhandlunum. Tað hóskar bæði til sjálvsnám og til undirvísing.

Høvundar eru tveir doktarar í málfrøði: Hjalmar P. Petersen, sum arbeiðir á universiteti í Hamburg og er doktari haðani, og Jonathan Adams, doktari úr Hull.

Jonathan Adams, ið býr og starvast í Danmark á vísindaforlagnum Dansk Sprog- og Litteraturselskab, var kønur í donskum og svenskum, tá ið hann í 2004 kom til Føroya á fyrsta altjóða summarskeiðið í føroyskum fyri útlendingar á Fróðskaparsetrinum. Hjalmar P. Petersen var lærari á skeiðinum, ein av høvundunum at Faroese, An Overview and Reference Grammar (2004), sum varð brúkt at undirvísa í. Tað var tó greitt, at tørvur var á undirvísingartilfari, ið var skipað sum læruverk við venjingum og møguleika fyri at lurta eftir málinum.

Nakað seinni fóru Jonathan og Hjalmar í holt við at gera mállæru og málvenjingar í føroyskum fyri útlendingar við frágreiðandi teksti á enskum.

Í 2007 varð ljóstak av handritinum við tilfarinum nýtt á altjóða summarskeiðinum, og í 2008 nýtti norðurlendska summarskeiðið á Fróðskaparsetrinum eitt royndarprent.

Meðan tilfarið varð royndarnýtt, varð tað alla tíðina rættað og bøtt varð um tað. Enn var tó eingin fløga gjørd, og saknur var í henni.

Nú eru mállæran og lesibókin við fløgu útkomnar sum ein heild. Á fløguni eru samrøðurnar í lesibókini lisnar upp, so tað ber til at hoyra málið og samstundis fylgja við í bókini.

Frá heimasíðuni www.stidin.fo ber til at taka niður ljóðfløguna ókeypis.

Lesið eisini eitt ummæli av verkinum. Trýst her.