2 nýggir granskingarhjálparar
04.09.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

2 nýggir granskingarhjálparar

Síðani 1. august eru Anna P. L. Olsen og Elisabeth S. Olsen settar sum granskingarhjálparar á Søgu- og Samfelagsdeildini. Talan er um fyribils størv, hetta í ½ ár.


Teirra uppgáva er í høvuðsheitinum at stuðla undir gongdini og menningini í masterlæruni, t.e. tann masterskipanin sum Søgu- og Samfelagsdeildin setti gongd á her í heyst.

Elisabeth hevur ein altjóða tvørvísindaligan Master í Human Ecology frá Lunds Universiteti. Hon skrivaði høvuðsritgerð um, hvussu menningin av føroyskum fiskiskapi er og hevur verið tongd at altjóða samfelagsbúskaparligari gongd og broytandi orkuskipanum. Elisabeth hevur m.a. starvast í Ghana sum skeiðsleiðari á samfelagsfrøðisligum skiftiskeiði um menning og umhvørvi. Heilt yvirskipað er Elisabeth áhugað í at skilja, hvussu avbjóðingar viðvíkjandi burðardygd og umhvørvisviðurskiftum eru tongdar at búskaparmentan og valdsstrukturum.

Anna tók BSSc í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum í 2003 og árið eftir BA í søgu og siðsøgu. Í 2012 skrivaði hon høvuðsritgerð í stjórnmálafrøði um broytingarnar í politisku strukturunum á Arktiska økinum, í sambandi við at veðurlagsbroytingarnar gera, at Arktiska økið aftur er vorðið ein politiskur brennidepil. Í 2013 fór hon undir MA í lóg á Setrinum og er komin væl áleiðis við hesum lestrinum.