Fróðskaparfelagið
12.02.2009
Skriva út

200 ára føðingardagur Darwins hildin í Føroyum

Í dag 12. februar eru 200 ár síðani Charles Darwin varð borin í heim. Læran hjá Darwin – at tær livandi verurnar eru vornar til við náttúruligari útveljing gjøgnum miljónir av árum – hevur kollvelt okkara fatan av heiminum.


2009 er lýst sum eitt serstakt Darwin ár úti í heimi – 12. februar eru tað eru nevniliga 200 ár síðani Charles Darwin varð borin í heim. Harumframt eru tað, í november, 150 ár síðani bókin The Origin of the Species kom út. Hetta vilja vit eisini hátíðarhalda í Føroyum.

Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá tilrættis fyri 2009. Vit fara á ymsan hátt at lýsa persónin Charles Darwin, læruna um lívmenning og hvønn týdning hansara arbeiðið eftirfylgjandi hevur havt á m.a. lívfrøðina, heimspeki og bókmentir.

Læran hjá Darwin – at tær livandi verurnar eru vornar til við náttúrligari útveljing gjøgnum milliónir av árum – hevur kollvelt okkara fatan av heiminum. Og hevur lært okkum at síggja okkum sjálvi sum ein part av náttúruni.

Fyrsta tiltakið verður á sjálvum 200 ára føðingardegnum hjá Darwin, 12. februar 2009. Hetta verður í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð kl 19:30. Tá fara vit at hoyra um lívsøguna hjá honum og hvat verður undirvíst í lívmenning.

Skráin fyri tiltakið hósdagin 12. februar 2009 verður:

  • Um lívsøguna hjá Darwin, Dánjal Petur Højgaard, lívfrøðingur
  • Stegður við lagkøku og kaffi/te
  • Um læruna hjá Darwin í undirvísingini, Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur

Høvi verður eisini at síggja smærri framsýningar við lutum úr føroysku náttúruni, ið lýsa læru Darwins.

200 ára føðingardagurin hjá Darwin verður hildin í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð hóskvøldið 12. februar 2009, kl. 19.30

____________________________________________________

Í samband við Darwin-dagin 12. februar, var eitt innslag í morgunsendingini hjá útvarpinum.

Í útvarpstovuni vóru Jóhanna Olsen, forkvinna í lívfrøðingafelagnum og Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum. Í telefonuni var Dánjal Petur Højgaard, studentaskúlalærari á Kambsdali.

Seinri um kvøldið vóru fyrilestrar í framsýnijngarhølinum hjá Náttúrugripasavninum, har eini hundrað fólk vóru og lurtaðu.

Lurta eftir innslagnum (mp3-fílur, 21 minuttir, 5,1 kb)

Hygg at glærunum frá fyrilestrinum "Um læruna hjá Darwini í undirvísingini" (479 kb).