2018 – og hvat so?
4. apríl verður almenn ráðstevna um komandi fiskivinnupolitikk Føroya. Ráðstevnan er fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya, Havstovuni og Norðurlandahúsinum
Í mars 1994 varð lógin um vinnuligan fiskiskap samtykt. Tá gjørdi løgtingið av, at tey feløg, sum høvdu rikið fiskiveiðu og høvdu fingið veiðiloyvi útskrivað í 1993, skuldu hava hesi rættindi sum konsessiónir næstu 20 árini. Í 2007 varð hetta longt til 31. des. 2017.
Tað vil siga, at 1. januar 2018 detta hesar konsessiónir burtur, tó helst so líðandi eftir eini skiftisskipan. Hvat skal koma í staðin? Orðaskiftið um hendan spurning hevur verið eina tíð, og tað hevur tíðum verið harðligt.
Heitt evni
Tað tykist vera samsemja um, at tey, sum sleppa fram at rættindum, skulu gjalda fyri henda framíhjárætt. Men so er ikki semja um so nógv annað. Í øðrum borðinum eru tey, sum halda, at alt fiskatilfeingi eigur at verða bjóðað út á eini uppboðssølu, og hinum borðinum tey, ið vilja hava eina skipan við tryggjaðum langtíðarrættindum.
Landsstýrissamgongan, ið tók við í september, ásetur í samgonguskjalinum, at skipanin skal broytast til ’eina marknaðargrundaða skipan’. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett nevnd við tí setningi at koma við uppskoti um, hvussu slík skipan kann fremjast í verki.
Vitan og alment orðaskifti
Livilíkindini og -støðið í Føroyum valdast í størri ella minni mun, hvussu gongst í fiskiveiðuni og atknýttum vinnum, og tað hevur tí ávirkan á bæði aðrar vinnur, landshúsarhald, kommunur og hvønn einstakan. Óundansleppandi samband er eisini millum fiskivinnuna og føroyskan samleika og politiska valdið í samfelagnum.
Eitt umskifti í høvuðsvinnuni eigur at vera grundað á eitt upplýst og upplýsandi orðaskifti. Fróðskaparsetur Føroya, Havstovan og Norðurlandahúsið hava tikið stig til ráðstevnuna ’2018 – og hvat so? Komandi fiskivinnupolitikkur Føroya’, ið verður í Norðurlandahúsinum 4. apríl.
Talan verður um eina ráðstevnu, sum á fakligum grundarlag lýsir bæði tann lívfrøðiliga partin um tilfeingið og tann samfelagsliga partin um atgongd til rættindi; eina ráðstevnu, sum gevur áhugaumboðum høvi at bera fram síni sjónarmið; og eina ráðstevnu, sum gevur øllum áhugaðum møguleika fyri at seta spurningar og at kjakast opið um eina komandi fiskivinnunýskipan.
SKRÁIN
09.00-09.15 Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur ráðstevnuna
09.15-09.25 Lau Blaxekjær, Fróðskaparsetur Føroya: Inngangur um ráðstevnuna
09.25-09.40 Eydna í Homrum, Havstovan: Uppisjóvarfiskur
09.40-09.55 Petur Steingrund, Havstovan: Botnfiskur
09.55-10.25 Henrik Sparholt, ICES: Regulering av fiskatilfeingi
10.25-10.45 Steðgur
10.45-11.00 Hans Ellefsen, Fiskimálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya: Týdningurin av fiskiskapi fyri føroyska samfelagsbúskapin
11.00-11.15 Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag: Havfiskiskapur nú og í framtíðini
11.15-11.30 Jógvan Gregersen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag: Skulu vit framleiða matvørur í Føroyum – ella skulu vit ikki?
11.30-11.45 Bjarki Vígfusson, búskaparfrøðingur í Sjávarklasinn (Iceland Ocean Cluster): Hvat hevur Ísland gjørt til tess at fáa meira burtur úr fiskatilfeinginum?
11.45-12.00 Mentanartáttur
12.00-12.15 Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag: Úr sjónarhorni fiskimansins
12.15-12.30 Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna: Útróðurin á vegamóti
12.30-12.45 Daniel Bromley, professari, University of Wisconsin-Madison: Skal ein nýggjur sáttmáli skrivast um fiskivinnuna?
12.45-13.45 Middegismáli
13.45-14.00 Þórólfur Matthíasson, professari í búskapi, Háskóli Íslands: Fiskiveiðirenta, fiskiveiðiskattir og roknskaparjavnin í fiskiveiðivinnunum
14.00-14.15 Gail Oshorenko, Project Scientist, Marine Science Institute, University of California Santa Barbara: Spurningar um økir og rættindi – sjónarhorn úr Arktis og Kalifornia
14.15-14.30 Oran Young, Bren School, University of California Santa Barbara: Arktisk og sub-arktisk fiskiveiða – tilfeingisfyrisiting í dynamiskum umhvørvum
14.30-14.45 Steðgur
14.45-15.00 Jens Christian Justinussen, Fróðskaparsetur Føroya: Kjakupprit – avleiðingar av ymiskum tíðaruppfatanum innan fiskivinnuna
15.00-16.30 Pallborðsorðaskifti og endi
Tú kanst tekna teg til og gjalda fyri luttøku á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Samskipari er Lau Øfjord Blaxekjær, ið eisini svarar fyrispurningum viðvíkjandi ráðstevnuni.laub(at)setur.fo
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...