209 universitetsprógv frá Setrinum í ár
Hetta seinasta árið hava 209 kvinnur og menn staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. 153 hava fingið bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 hava fingið prógv í hjánámi og øðrum
Fyrrapartin var Norðurlandahúsið hátíðarligur karmur um ársins prógvhandan, og høllin har var stúgvandi full av nýútbúnum akademikarum og næstringum teirra.
Tá Martin Tvede Zachariasen, rektari, hevði boðið øllum vælkomnum, segði hann m.a.:
- Eg tori at lova tykkum, at tað ikki er torført hjá tykkum at fáa arbeiði við einum prógvi frá Fróðskaparsetrinum. Nærum øll útbúgvin á Setrinum eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur. Á summum økjum mangla vit útbúgvið fólk í Føroyum, t.d. námsfrøðingar, sjúkrarøktafrøðingar og KT-frøðingar. Her kunnu tit fara beint frá seinastu próvtøkuni í fast starv. Á øðrum økjum kann tað taka eitt sindur longri at fáa fast starv, men brúk er fyri tykkum øllum!
Uppgerðin úr próvbókini á Setrinum vísir, at 42 nýggir námsfrøðingar eru útbúnir hetta seinasta árið, 34 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 KT-verkfrøðingar, umframt øll hini mongu, sum nú eisini hava fingið universitetsprógv frá Náttúruvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Námsvísindadeildini.
Á tiltakinum í dag hildu Heðin Mortensen, borgarstjóri, Helma Maria Tróndheim, nýggjur ph.d-ari og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, røðu. Eisini spældu Sigmund V. P. Zacariassen og Karl Andrias Stórá, sum báðir lesa tónlist á Setrinum, tvey løg.
Vit ynskja øllum 209 hjartaliga til lukku við universitetspróvnum!
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...