Klipt Full Kongshøll Martin Tvede Zachariasen Heldur Røðu
(Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
28.06.2024
Skriva út

211 setursprógv, myndir og røður

Nú árið er gjørt upp eftir prógvhandarnirnar, hava 211 fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya hetta seinasta lestrarárið

Størsti parturin av hópinum, sum hevur fingið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya hetta seinasta lestrarárið, eru bachelorarnir. 136 hava fingið bachelorprógv, 38 masterprógv, fimm ph.d.-prógv, og onnur 32 hava staðið aðrar útbúgvingar so sum diplom og hjánám.

Tað, sum hevur verið serligt í ár, er, at 20 lesandi hava á fyrsta sinni staðið diplomprógv í Føroyskum sum annaðmál, og í dag fingu fyrstu føroyskt útbúnu løgfrøðingarnar embætisprógv í Lóg, 10 í tali.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, Hanna Vang, Løgtingsins Umboðsmaður, og Martin Tvede Zachariasen, rektari, saman við teimum 10, ið sum tey fyrstu hava staðið embætisprógv í Lóg í Føroyum

Hesar seinastu dagarnar hevur annars hátíðardámur valdað á Setrinum við fleiri stórum prógvhandanum.

Í dag var tað stásiliga Kongshøll, sum var karmur um tvær prógvhandanir. Fyrrapartin fingu tey prógv, sum hava lisið á Føroyamálsdeildini og á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Kongshøll var á tremur beinanvegin fyrrapartin, tá Martin Tvede Zachariasen, rektari, beyð øllum vælkomin.

Hann endurgav heimspekingin og kritikaran Friedrich Nietzsche í "Also sprach Zarathustra” og segði:

- Tann, sum vil læra at flúgva, má fyrst læra at standa og ganga og renna og klintra og dansa – til ber ikki at flúgva á flog! Eg hugsi, at vit øll kenna hetta aftur. Børn skulu fyrst læra at standa, áðrenn tey kunnu ganga og renna og klintra og dansa. Síðani kunnu tey fara á flog – í fluttari merking. Tit hava eisini verið á einari langari menningarleið. Lærdómur er lagdur oman á lærdóm, sum er lagdur oman á lærdóm. Førleikar eru lagdir oman á førleikar, sum eru lagdir oman á førleikar. 

- Tit málfrøðingar skulu bera tann týdningarmiklasta føroyska mentanararvin – nevniliga føroyska málið – víðari til komandi ættarlið. 

- Tit listafólk skulu ”turka gerandisdustið av okkara sálum”, sum Pablo Picasso einaferð segði. 

- Tit sjúkrarøktarfrøðingar skulu hjálpa teimum sjúku og veiku í samfelagnum – kanska tað mest meiningsfulla, eitt menniskja kann gera.

- Og tit við master í heilsuvísindum fara at menna føroyska heilsuøkið við gransking og øðrum menningarátøkum, segði rektarin m.a.

Marjun Syderbø Kjelnæs, sum í dag fekk masterprógv í Føroyskum, helt røðuna, umboðandi tey nýútbúnu. Hon var eitt gott val, tí frammanundan hevur hon útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, og so kenna vit hana sjálvandi eisini sum rithøvund. Masterritgerð hennara var í frásagnarmedisini. 

- Tað er so forkunnugt hjá mær, at júst hesar báðar lærugreinarnar á Setrinum eru savnaðar til prógvhandan í dag: Føroyskt og Sjúkrarøktarfrøði. Bókmentir og mál og so umsorgan í øllum sínum brigdum.

- Tað eru trý hugtøk, sum veruliga fáa frásagnarmedisin at taka seg upp frá og sveima. Tey eru: Uppmerksemi, umboðan og tilknýti. Og eg haldi, at tey kunnu vera ein frálík uppdrift, nú tit svíva inn í tykkara framtíð sum samvitskufullir serfrøðingar. Uppmerksemi, umboðan og tilknýti, hesi trý, men mest av øllum tilknýti, segði Marjun Syderbø Kjelnæs m.a. og tók so aftur í aftur nakað, hon hevði sagt:

- Venda vit aftur til hippie-vísdómsorðini, sum eg byrjaði við, hetta við veruliga at duga tað, sum tú gert, og elska tann, sum tú ert, so krevur tað samstarv og opinleika at arbeiða upp dugnaskap og alsk til tað, sum tú gert og tað, sum tú ert - líkamikið, hvat tú fæst við, segði hon og ynskti øllum hjartaliga til lukku.

Frálíki trubadururin, Ragnar Finnson, spældi síðani tvey fín løg. Annað var Ghost, sum hann sjálvur hevur skrivað, hitt hansara yndissangur hjá Tom Waits, sum eitur Come on up to the House. Lógvabrestirnir rungaðu í høgu Kongshøll, og tað var væl uppiborið. Ragnar slær ikki falska mentu!   

May-Britt Skoradal er varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Áðrenn prógvhandanina í  dag hevði hon eina serliga framløgu, sum snúði seg um serstøku nálina, ið allir nýggir sjúkrarøktarfrøðingar fáa, tá teir hava staðið útbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya. 

Nálin, sum May-Britt handaði nýggju sjúkrarøktarfrøðingunum í dag saman við próvnum frá rektaranum, er spildurnýggj, og hon er bæði sniðgivin og stoypt í Føroyum. 

Sjúkrarøktarfrøðingar bera tvær nálir - eina frá fakfelagnum og eina frá útbúgvingarstaðnum. Nálirnar frá útbúgvingarstaðnum hava í fleiri enn 100 ár verið tekin um, hvar tú hevur lisið. 

Gamla nálin hjá Sjúkrarøktarfrøðingaskúla Føroya var vorðin óaktuell. Tí vildi Setrið hava nýggja nál, ið greiðari vísir føroyska tilknýtið og føroyska samleikan. Tað er Nudlavirkið, sum hevur sniðgivið nálina, og silvursmiðjan hjá Niels L. Arge, sum hevur stoypt hana. Sniðið sameinir tað serføroyska, fakligheit og umsorgan, og hevur íblástur úr knappinum til føroysku klæðini.

Og so fingu sjúkrarøktarfrøðingar prógv, eins og tey, sum hava staðið master í Heilsuvísindum, bachelor í Listaligum arbeiði, bachelor og master í Føroyskum og Námsfrøðiliga útbúgving fyri lærarar á miðnáms-, yrkis- og vinnuskúlum. 

 

 

Gestarøðari fyrrapartin var Maria Skaalum Petersen, leiðari í nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum. Tað er eindin, sum er annar parturin í avtaluni um universitetssjúkrahús, sum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið skrivaðu undir mikudagin í hesi vikuni.

- Nú, vit hátíðarhalda tykkara avrik í dag, er eisini vert at minnast til, at læring ikki endar her. At halda fram við at læra, menna seg og vera forvitin er avgerandi fyri at fylgja við tíðini og menna seg persónliga og professionelt. Verið altíð opin fyri nýggjum møguleikum og ikki bangin fyri at ganga nýggjar leiðir.

- Tit fara at møta nýggjum avbjóðingum í arbeiðslívinum, men eg eri sannførd um, at tann vitan og førleikar, tit hava fingið her, fara at vera tykkum til stórt gagn.

- Framtíð tykkara er full av møguleikum. Ongantíð hevur arbeiðsloysið verið so lágt sum í dag. Tit hava nomið tykkum góðar og viðkomandi útbúgvingar, sum gevur tykkum ein breiðan arbeiðsmarknað at virka á. Kanningar hjá Setrinum vísa, at arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir fólki, sum hava staðið prógv á Setrinum. Næstan øll, sum hava fingið prógv her, eru annaðhvørt í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir prógvhandanina. So tykkara útlit eru avbera góð.

- Men eg hugsi, at hóast tit nú eru klár at fara út á arbeiðsmarknaðin, er tað týdningarmikið at hava í huga, at sum nýútbúgvin dugir man ikki alt. Og tað eiga tit heldur ikki. Gaman í hava tit fingið lærdóm gjøgnum útbúgvingina, men í enn størri mun hava tit fingið amboð at nýta í arbeiðslívinum. So eini ráð til tykkum eru: Verið ikki bangin fyri at spyrja, tá tit ivast. Tað er ikki ein veikleiki at viðurkenna, at tað er okkurt, sum ein sum nýútbúgvin - ella gamal í garði fyri tann skuld - ikki dugir. Heldur er tað tekin um styrki og fakligheit, at ein kennir sínar avmarkingar og biður um hjálp ella vegleiðing, tá ein er í iva, segði Maria Skaalum Petersen m.a.

So var hugnaløta, áðrenn seinnaparturin byrjaði, og Kongshøll aftur fyltist við nýggjum spentum nýútbúnum og teirra familjum.

Aftur tók rektarin stýrisvølin og segði m.a. soleiðis:

- Tit søgufrøðingar skulu savna og skipa okkara felags minni, so vit ikki endurtaka alt ov nógvar av fortíðarinnar syndum.

- Tit samfelagsfrøðingar og politilogar skulu tryggja, at vit hava eitt vælvirkandi demokrati og eina vælsmurda umsiting. 

- Tit løgfrøðingar skulu byggja land við lógarsmíði og lógarumsiting – og tryggja, at tey lógleysu verða revsað, men eisini vard.

- Tit búskaparfrøðingar skulu tryggja, at land, virkir og borgarar hava pening á bók, bæði í dag og í morgin.

- Og tit KT-frøðingar og støddfrøðingar skulu menna KT-skipanir, og bæði gagnnýta og tálma nýggju vitlíkistøknina.

 

Jákup Joensen Eskildsen, sum í dag tók ímóti sínum bachelorprógvi í søgu, takkaði fyri heiðurin at sleppa at bera fram røðu sum umboð fyri tey nýúybúnu.

- Fyrst vil eg takka mínum nærmastu fyri allan stuðulin. Og eg vil takka floksfeløgunum fyri øll hesi góðu
árini saman og undirvísarunum fyri allan lærdómin, legði hann fyri.

- Eg varð væl móttikin á Søgu- og samfelagsdeildini og kom skjótt at kenna eina rúgvu av spennandi fólki. Eitt, sum eg elski við deildini, er mátin, sum útbúgvingarnar eru skipaðar. Søga, samfelags- og
stjórnmálafrøði fylgjast fyrsta árið og hava fleiri fak í felag. Hetta gevur okkum góðar møguleikar at kennast tvørtur um útbúgvingar og møguleikar at kjakast frá fleiri vinklum. Setrið er ein læru- og granskingarstovnur hóast alt, og tá ið vit eru komin til annað semestur og fjórða semestur er tað mangan, at vit skriva saman tvørvísindaliga. Sum søgufrøðingur eri eg ikki bara fastur í mínari egnu grein, men sleppi at granska saman við samfelags- og stjórnmálafrøðingum, segði Jákup m.a. og legði aftrat, sambandið millum deildirnar, sum í dag eru spjaddar kring býin kann styrkjast, tá vit fara at fáa eitt kampus.

- Vit umbóða sjálvandi nógv ymisk útbúgvingarstig og vísindagreinar á Setrinum, bachelor, master, ph.d, hjánám og diplom. Framtíðin stendur nú enn einaferð opin fyri okkum. Hvagar leiðin nu gongur, er upp til tykkum. Summi fara nokk beint til arbeiðis, summi fara at lesa víðari og summi vilja kanska líka hava frið eina løtu. Eg ynski í hvussu so er tykkum øllum góða eydnu frameftir!

Og so kom Rannvá Dávadóttir, leiðari á Lestrarskrivstovuni við nýggjum dunga av prógvum, og rektarin rópti so ein fyri og annan eftir upp at taka ímóti.

Hanna Vang er Løgtingsins Umboðsmaður, og hon var annar av gestarøðarunum til prógvhandanina seinnapartin.

 - Hjartaliga til lukku til tykkum øll á Náttúruvísindadeildini og Søgu- og samfelagsdeildini, sum hava fingið prógv í dag, legði Hanna Vang fyri.

- Men tað eru ikki bara tit lesandi, sum hava rokkið einum máli í dag, legði hon aftrat og nevndi søguligu føroysku embætisprógvini í Lóg.

- At tað yvirhøvur letur seg gera at taka embætisprógv í Føroyum á føroyskum fróðskaparsetri er ikki komið av sær sjálvum. Prógvhandanin í dag er eisini ein heiður fyri tykkara undirvísarar, fyri útbúgvingarleiðarar, fyri rektara og leiðslu á Setrinum, og fyri øll tey, sum undan hava gingið og arbeitt fyri, at útbúgvingar á høgum stigi skulu vera í Føroyum.

- Í dag eiga vit at nevna og minnast við takksemi og virðing Kára á Rógvi, sála, doktara og ph.d. í Løgfrøði. 1. mars 2014 varð hann settur í starv sum professari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var fyrsti professari í lóg á Setrinum. Frammanundan hevði hann starvast sum lektari og lagt lunnar undir grundskeið í lóg og ymisk masterskeið í lóg.

- Kári á Rógvi hevði málið um eina føroyska løgfrøðiútbúgving fyri eyga og starvaðist heilhjartaður og miðvíst fyri at fáa sett á stovn løgfrøðiligan lesnað í Føroyum. Men tíverri náddi hann ikki at uppliva ta samlaðu føroysku løgfrøðiútbúgvingina setta á stovn.

- Sum Umboðsmaður eri eg spent at møta tykkum aftur úti í føroyska samfelagnum. Eg vóni, at tit fara at brúka lærdómin væl, og tað verður spennandi at síggja, hvussu serliga innlitið, sum tit hava fingið í føroyska løgfrøðiliga landslagið, fer at koma til sjóndar í tykkara størvum.

Og til tykkum øll, sum fáa prógv í dag.

- Tit hava lagt nógva orku í at koma til hetta málið, tykkara avvarðandi, undirvísarar og Fróðskaparsetur Føroya hava eisini lagt nógva orku í. Men ikki minst Føroya land hevur gjørt eina veldiga íløgu í tykkum. At geva tykkum møguleikan at taka eina útbúgving, sum kann vera við til at flyta føroyska samfelagið fram á leið.

- So takið lærdómin í álvara, brúkið lærdómin, tykkara orku og eldhug. Setið tykkum faklig mál og verið við til at byggja og menna okkara land. Og verið eisini við í tí almenna kjakinum á tykkara serligu fakøkjum. Harvið vera tit við til at menna okkara fólkaræði, samfelagi og geva eisini Føroyum ágóðan av tí íløguni, sum løgd er í tykkum, segði Hanna Vang.

Áðrenn "Landið, eg bar við mær inn um skúlagátt" varð sungin, kom Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fram at siga nøkur orð eisini. 

- Eg má siga, at tað er ein fragd at síggja, at ein smátjóð sum okkara megnar at bjóða so nógvar góðar, ymiskar og samfelagstýðandi útbúgvingar. Tað er somuleiðis ein fragd, at føroyska samfelagið fær ágóðan av fólki, sum hava serkunnleika um føroyska samfelagið og føroysk viðurskifti.

- Hetta hevði ikki borið til uttan sterkar føroyskar útbúgvingarstovnar. Hetta gagnar samfelagnum og hevur sera stóran týdning fyri eina tjóð – kanska serliga eina smátjóð sum okkara. Hetta er at byggja land. Eg eri tí glaður fyri at sleppa at hátíðarhalda dagin saman við tykkum, familjum tykkara og Setrinum.

- Ein serlig gleði er tað fyri meg, sum landsstýrismaður í lógarmálum, at fyrstu løgfrøðingarnir við føroyskum embætisprógvi, fáa prógv í dag. Ein útbúgving, sum setir lóg og løgfrøði í føroyskt høpi, samstundis sum útbúgvingin lýkur altjóða aðalmál. Løgfrøði eigur at taka støði í tí samfelagnum, sum hon virkar í. Tað er týdningarmikið í flestu, um ikki øllum lærugreinum, at støði verður tikið í samfelagnum, sum man er í. Fyri løgfrøðina er hetta í øllum førum galdandi. Tí Við lóg skal land byggjast. Løgfrøði skipar samfelagið, og hetta má gerast við atliti at tí samfelagi, sum løgfrøðin skipar. Dagurin í dag er tí søguligur.

- Óansæð fakøki, hevur tað týdning at vit taka støði í føroyska veruleikanum, gera tingini á okkara hátt og skapa okkara egnu hugmyndir og arbeiðshættir, sum passa til samfelagið við liva í.

- Eg vil í hesum sambandi nýta høvi at leggja dent á, at tað er týdningarmikið fyri hetta landsstýrið, at vit samstarva við Fróðskaparsetrið. Ætlanin um eitt universitetssjúkrahús er eitt gott dømi um hetta. Men hetta er ikki minst galdandi á lógarøkinum, har tað er ynskiligt, at føroysk lóggáva í størri mun byggir á føroyska gransking og á eitt føroyskt vitanargrundarlag. 

- Tað er samstundis mín vón, at vit fara at megna at skunda undir kampusverkætlanina, soleiðis at vit fáa fjøltáttað og ment okkara útboð av útbúgvingum, og soleiðis, at okkara fróðskapur fær tær góðu og framkomnu umstøður, ið hann hevur uppiborið og í roynd og veru skuldi havt fingið fyri langari tíð síðani.

- Til seinast vil eg siga, at eg eri sera glaður fyri, at tit valdu at lesa í Føroyum. Eg haldi, at tað er gott at fara út í heim at fáa royndir, víðka sjónarringin og síggja heimin. Men samstundis er tað eisini soleiðis, at vit hava tørv á tykkum. Tí eru vit altíð sera fegin, tá ið fólk velja Føroyar, velja at lesa í Føroyum, búgva í Føroyum, arbeiða og stovna familju í Føroyum. Tað forpliktar okkum politikarar til at syrgja fyri, at tað valið skal verða tað lættasta í heiminum.

- Eg vil ynskja tykkum blíðan byr framyvir og enn einaferð hjartaliga til lukku við útbúgvingini!, endaði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður.

Her er yvirlitið yvir prógv, sum eru latin lestrarárið 2023/2024.