22 norðurlendskir studentar fingið prógv í føroyskum
27.06.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

22 norðurlendskir studentar fingið prógv í føroyskum

Eftir at hava verið á skeiði í føroyskum í tríggjar vikur hava 22 norðurlendskir studentar verið til próvtøku


Í tríggjar vikur í juni mánaði hava 22 útlendskir studentar verið á skeiði á Føroyamálsdeildini. Leygardagin vóru teir til skrivliga próvtøku, 11 á grundskeiði og 11 á víðkaðum skeiði. Allir stóðu royndina.

Hetta eru norðurlendskir studentar, sum lesa mál og bókmentir kring um í Norðurlondum. Útlendskir skiftisstudentar í Norðurlondum kunnu eisini luttaka. Í ár var ein eysturríkari, sum lesur í Finnlandi.

Skeiðið í føroyskum er partur av teimum sonevndu Nordkursskeiðunum, sum verða hildin í øllum Norðurlondum. Studentarnir fáa stuðul frá heimauniversitetunum til ferð og uppihald, meðan Norðurlendska ráðharraráðið rindar fyri sjálvt skeiðið, t.e. læraralønir, sosial tiltøk o.s.fr. Universitetini í netverkinum hava gjørt av, at studentarnir kunnu nýta hesi skeiðini sum part av lestrinum í heimlandinum.

Endamálið við skeiðinum í føroyskum er lutvíst at læra studentarnar føroyskt: mállæru, bendingar, framburð, orðatilfar, at siga einfaldar setningar og at skilja føroyskt. Eitt annað endamál er at kunna um føroyskt sum eitt norðurlendskt mál og hvat, ið eyðkennir tað samanborið við grannamálini. Stutt sagt er endamálið at veita innlit í og um føroyskt.

Studentarnir í ár vóru í Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki. Umframt undirvísing og fyrilestrar um søgu, málsøgu o.a. varð skipað fyri útferðum til Vestmannabjørgini, Tjørnuvíkar og Gjáar. Eisini varð skipað fyri einum túri úti á Reyni. Leygarkvøldið var veitsla í matarhøllini á Námsvísindadeildini.

Studentarnir gistu hjá privatfólki í Havn og Hoyvík.