224 prógv frá Setrinum hetta lestrarárið
224 hava hetta seinasta lestrarárið staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya, og talan er um met
Norðurlandahúsið var fullsett av nýútbúnum og familjum teirra, tá prógvini vóru handað fríggjadagin 24. juni. Tó vóru øll 224 ikki á staðnum, men Jens Kristian Vang, fotografur, tók myndir av teimum árgangunum, sum vóru. Á summum myndum eru tey blandað, men hava gingið á sama fakulteti. Sí annars yvirlit yvir útbúgvingarnar niðast í greinini.
Hesi hava skrivað søgu, tí tey eru tey fyrstu í Føroya søgu at hava lokið føroyskt bachelorprógv í løgfrøði. Tey flestu av árganginum hava søkt um hægri lestur á Fróðskaparsetrinum, og tí verða tey eisini teir fyrstu løgfrøðingarnir, sum hava fulla føroyska løgfrøðiútbúgving, tá masterlesturin er lokin. Lesið um, at føroyska útbúgvingin er vigað og funnin at vera eins tung og danska juraútbúgvingin, og at eitt prógv úr Føroyum tí eisini gevur atgongd til øll tey størv, sum danska útbúgvingin. Sí her.
Hesi sjey tóku bachelorprógv í búskaparfrøði og virkisfrøði í ár. Fleiri teirra eru longu sloppin inn á hægri lestur uttanlands, meðan onnur fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin. Hendan útbúgvingin gevur nógvar møguleikar, lesið t.d. her.
Her eru tað bachelorarnir, eisini frá Søgu- og samfelagsdeildini, sum hava lisið samfelagsvísindi, politikk & umsiting og søgu
Her er tað ársins skurður av masterlesandi frá Søgu- og samfelagsdeildini, sum hevur staðið prógv. Tað er blandað, hvørja útbúgving, tey hava tikið, sí omanfyri
Seks prógv vórðu í lestrarárinum útskrivað til bachelorar í KT-verkfrøði, her eru tveir teirra í Norðurlandahúsinum. Harumframt hevur Náttúruvísindadeildin latið bachelorprógv í vistfrøði, lívfrøði og í mýlalívsvísindum í farna lestrarári
Føroyska málið fær eisini góðar kreftir; hesi hava staðið bachelor og hjánám
Hesi hava eisini skrivað søgu við at vera fyrsti árgangurin, sum hevur fingið prógv á Føroyamálsdeildini í listaligum arbeiði. Við hesum próvnum kunnu tey annaðhvørt fara undir MA-yvirbygnað uttanlands ella halda fram við listaliga arbeiði sínum
Prógvini hjá hesum árganginum vísa, at tey nú eru M.sc. í fólkaheilsu ella M.sc. í heilsuvísindum
Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir eru nú tilreiðar at fara til verka (ella undir hægri lestur). Samfelagnum tørvar í stóran mun fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, og tí er Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði farin at taka inn tvær ferðir árliga
Stórur tørvur er á námsfrøðingum, og her kemur so ein nýggjur árgangur út á arbeiðsmarknaðin
Og fólkaskúlin fær nú eisini nýggjar lærarar í sín hóp
Chik Collins, rektari, helt røðu fyri teimum lesandi, har hann m.a. segði: "Heiminum tørvar útbúgvið fólk sum ongantíð áður, um vit skulu loysa mongu og stóru trupulleikarnar, sum vit hava sum samfelag og enntá eisini sum mannaætt. Og hetta hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí arbeiðsgevarar eru svangir eftir vælútbúnari arbeiðsmegi. Næstan øll - og her meini eg meira enn 99 prosent av okkara útbúnu frá Setrinum - havi hesi seinastu árini fingið nyttulig størv, og næstan øll somul eru í størvum, sum krevja, at tey hava prógvið, sum tey hava fingið her á Setrinum". Lesið meira her.
Ordiligur hátíðardámur var í fullsettu høllini í Norðurlandahúsinum
Birita Matras Petersen, sum sjálv fekk prógv, helt røðu, har hon m.a. segði: "Lestrartíðin hevur lært okkum nógv. Vit hava ment okkum bæði fakliga og persónliga. Vit hava lært at hugsa kritiskt, at savna inn viðkomandi tilfar og vitan. Vit hava lært at arbeiða saman við øðrum, at kjakast, og at svara hesum góða spurdóminum; at fordjúpa okkum í einum og at kanna eitt ávíst øki gjølla. Men mest av øllum hava vit øll nokk lært, at hart arbeiði hevur størri týdning enn viðføddar gávur". Lesið røðu hennara í fullum líki her.
Knút Háberg Eysturstein og Mattias Kapnas spældu á prógvhandanini
Sjálvandi má ein selfie eisini takast saman við rektaranum, nú útbúgvingin er lokin :-)
Leif Abrahamsen helt gestarøðuna fyri teimum - nú fyrrverandi - lesandi
So føgur og fín á pallinum undir bláa búmerkinum hjá Fróðskaparsetrinum
Yvirlitið yvir tey prógv, sum Setrið hevur latið lestrararið 2021/2022:
23 Bachelor í sjúkrarøktarfrøði
11 Master í heilsuvísindum
3 Master í fólkaheilsu
5 Bachelor í føroyskum
4 Hjánám í føroyskum
8 Bachelor í listaligum arbeiði (TEY FYRSTU, SUM FÁA PRÓGV)
37 Bachelor sum fólkaskúlalærari
35 Bachelor sum námsfrøðingur
13 Ískoytisprógv fyri lærarar
8 Ískoytisprógv fyri námsfrøðingar
14 Prógv á masterstigi í námsfrøðiligari útbúgving av lærarum á miðnámsskúlum, yrkisskúlum og vinnuskúlum
6 Bachelor í KT-verkfrøði
1 Bachelor í vistfrøði
7 bachelor í búskaparfrøði
2 Bachelor í búskaparfrøði og virkisfrøði
12 Bachelor í løgfrøði (TEY FYRSTU, SUM FÀA PRÓGV)
1 Bachelor í politikki og umsiting
5 Bachelor í samfelagsvísindum
4 Bachelor í søgu
1 Bachelor í lívfrøði
1 Bachelor í mýlalívsvísindum
4 Master í politikki og umsiting
9 Master í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
7 Master í søgu
2 Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika
1 Master í løgfrøði
Tilsamans 224 prógv
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...