Eftirútbúgving av lærarum klipt.jpg
19.06.2023
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

24 lærarar staðið prógv í starvslæru-vegleiðing og akkersfólkaarbeiði

Hósdagin 1. juni stóðu 24 fólkaskúlalærarar stakskeiðið á Námsvísindadeildini á Setrinum í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði

Skeiðið telur 15 ECTS-stig, og skeiðsluttakarnir hava fingið regluliga undirvísing á Námsvísindadeildini frá fyrst í september 2022 til miðjan mai 2023.

Evnini, ið luttakararnir hava hugsavnað seg um, eru millum annað hesi:


• Læraraútbúgvingin fyrr og nú
• Læraraútbúgvingin sum setursútbúgving og yrkisrættað útbúgving
• Sambandið millum læraraútbúgvingina og fólkaskúlan
• Læraralesandi í 21. øld
• Góð undirvísing og góðir undirvísarar
• Almendidaktiskar avbjóðingar
• Fakdidaktiskar avbjóðingar
• Starvslæran sum samfastur partur av læraraútbúgvingini
• Starvslæruhondbókin sum leiðvísari í starvslæruni
• Samstarvið millum tann lesandi, starvslæruvegleiðaran í fólkaskúlanum og akkerslæraran á læraraútbúgvingini
• Ástøði um starvslæruvegleiðing
• Ástøði um akkersfólkauppgávuna í fólkaskúlanum
• Etisk atlit í vegleiðingararbeiði og mentorskipanum

Umframt at møta til undirvísing hava skeiðsluttakararnir havt læraralesandi í starvslæru í februar og mars mánaði 2023.


Tey, ið stóðu prógv, eru hesi:


• Skúlin við Løgmannabreyt: Guðrun Jacobsen og Gudný Wardum
• Skúlatrøð: Anja Norðoy, Bergljót Rond og Berit Norðoy
• Skúlin á Fløtum: Jónfríð Jóanesarson, Georg N. Rasmussen, Una Hansen, Ann-Mari av Skarði, Sonja Símunarson, Katrin Dagbjartsdóttir, Einar Martin H. Jacobsen & Sjúrður Ravnsfjall
• Sankta Frans skúli: Barbara Holm, Turið Hovgaard, Saranja Hammer & Agga S. B. Niclasen
• Eysturskúlin: Símun Joensen, Johann J. Petersen, Elin Guðjónsson & Elly Johannesen
• Skúlin við Streymin: Birita Sigmundsdóttir & Anita S. Simonsen
• Hoyvíkar skúli: Oluf Müller


Útbúgvingarleiðslan á Námsvísindadeildini gleðir seg at samstarva við útbúnu starvslæruvegleiðararnar og vónar, at skúlaleiðslur kring landið fara at brúka hesar lærararnar til akkersfólkauppgávuna í 2023/2024 og framyvir.

Rúna í Skála og Hans Harryson hava ment skeiðið og verið høvuðsundirvísarar. Umframt tey bæði hava Ingi Højsted, Oddur á Lakjuni, Erla Olsen, Kalpana Vijayavarathan, Poul Guttesen og Ásvør Lognberg havt upplegg á skeiðnum, eins og starvslæruvegleiðarar á UCL hava hitt skeiðsluttakararnar og greitt frá, hvussu starvslæruvegleiðingin í Danmark er skipað, og hvussu hon roynist í verki.