Chik Collins rektari bjóðar nýggjum lesandi vælkomin í Kongshøll 22082022.jpg
Chik Collins, rektari, bjóðaði teimum lesandi vælkomin og ynskti teimum eitt gott og mennandi lestrarlív á Setrinum (Foto: Johan Hansen)
Brynhild Thomsen
22.08.2022
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

266 nýggj lesandi byrjaðu á Setrinum í morgun

Innleiðsla á Fróðskaparsetri Føroya var í dag, og 266 nýggj lesandi eru nú partur av lestrarhópinum á Setrinum

Klokkan níggju í morgun var fullsett í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, tá tey nýggju lesandi møttu til innleiðsluna til lestrarlívið á Setrinum.

Chik Collins, rektari, bjóðaði teimum vælkomin, og umboð fyri Lestrarskrivstovuna greiddu frá um Setrið og tær stuðulstænastur, sum lesandi kunnu brúka, meðan tey lesa á Setrinum.

Tey, sum fara undir lestur nú, eru 266 í tali. Námsvísindadeildin eigur størsta partin av teimum, tí 87 teirra fara hagar at lesa. 61 byrja á Søgu- og samfelagsdeildini, 59 á Náttúruvísindadeildini, 46 á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og 13 fara á Føroyamálsdeildina.

Eitt sindur av undirhaldi og klassiskum tónleiki var eisini á skránni í morgun, og síðani fingu tey nýggju lesandi høvi at vitja básar hjá stovnum, sum eru viðkomandi fyri lestrarlívið í breiðari merking. Her er talan um Studna, Landsbókasavnið, Ráð teirra lesandi, MFS og onnur.

Síðani fóru tey lesandi við sínum mentorum út á deildina, har tey skulu hava sína dagligu gongd. Deildirnar skipa fyri egnari innleiðslu, har mong tiltøk eru á skránni, sum skulu stuðla teimum lesandi at fáa eina góða lestrarbyrjan.

Um somu tíð í fjør var talið av nýggjum lesandi 275. Lesið um tað her.