27 nýggir studentar á Føroyamálsdeildini
28.08.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

27 nýggir studentar á Føroyamálsdeildini

Í ár byrja 27 nýggir studentar at lesa á Føroyamálsdeildini.


Talan er um 23 BA-studentar, 3 hjánámslesandi og 1 MA-student.

Hesir studentarnir fingu innleiðslu um lesturin hósdagin 27. og fríggjadagin 28. august. Seinnapartin fríggjadagin verður farið til Selatraðar saman við studentum á Náttúruvísindadeildini.

Hesi tøl vísa, at stórur áhugi er fyri at lesa føroyskt. Men samstundis er tað ein avbjóðing at hýsa teimum. Deildin hevur tí avgjørt av nýta Loftsstovuna (kantinuna) sum undirvísingarhøli.