Øll R+una Sivertsen heur tikið.jpg
Sólin skein av heiðum himli, og vindeyguni vóru brostin á víðan vegg, tá stóra prógvhandanin var á Søgu- og samfelagsdeildini í dag (Foto: Rúna Sivertsen)
Brynhild Thomsen
25.06.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

27 prógv á Søgu- og samfelagsdeildini

Síðani seinastu prógvhandan hava 49 kvinnur og menn fingið prógv frá Søgu- og samfelagsdeildini, harav fingu 27 prógv í dag

Í samkomuhøllini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jóans Broncks gøtu í Havn var eisini hátíðarløta seinnapartin, tí har skuldu 27 lesandi hava prógv handað.

Hans Andrias Sølvará, dekanur, beyð vælkomin, og so helt Erika Anne Hayfield, varadekanur røðu fyri teimum útbúnu.

Eisini helt Turid Christophersen, sum í dag fekk MA-prógv í søgu, røðu, og Hans Ellefsen, varadekanur og útbúgvingarleiðari handaði so prógvini.

Ein fantastisk løta var, tá næmingar úr musikkmiðnámi spældu nøkur løg, og tað var ikki minni hugnaligt, tá felagssangur var, og Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, spældi gittar undir sanginum.

Fróðskaparsetrið viðger í løtuni nýggj og forvitislig tøl, sum eru fingin til vega um, hvussu tað gongst útbúnum eitt ár eftir, at tey hava fingið prógv frá Setrinum. Viðgerðin er ikki komin heilt á mál enn, men fyri Søgu- og samfelagsdeildina er talan um eina reina sólskinssøgu. Tí 87 prosent av teimum, sum fingu bachelorprógv haðani á vári og sumri í fjør, eru í lestrarviðkomandi starvi, meðan tey írestandi 13 prosentini eru farin undir hægri lestur. Og øll, sum fingu masterprógv frá Søgu- og samfelagsdeildini í tíðarskeiðinum, hava fingið lestrarviðkomandi starv.

Men dagurin í dag snúði seg um tey, sum í dag fingu prógv, og vit ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku og bestu eyðnu á leiðini fram!