Mynd Sjúkrarøkt Fotostudio (2).jpg
Tilsamans 27 prógv vórðu í dag latin á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (Foto: Fotostudio/Judith Marjunardóttir Guttesen/Johild Dulavík)
Brynhild Thomsen/Judith Marjunardóttir
03.07.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

27 prógv latin á DHS seinnapartin

Í dag fingu 25 nýggir sjúkrarøktarfrøðingar prógv sum bachelor í sjúkrarøkt og tvær sum master í fólkaheilsu frá DHS á Setrinum


Vegurin til prógvið hevur verið óvanliga kronglutur ár.

Mitt í ritgerðarskrivingini broytti korona allar fastar mannagongdir, og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi stongdi. Boð vóru eftir teimum lesandi at hjálpa til í koronatilbúgvingini, og leingi var óvist, hvussu fór at verða við endaligu próvtøkunum í summar. Men eftir at hava verið partur av tilbúgvingini í ein góðan mánað, vísti tað seg tíbetur, at tamarhald var á smittuni, og lesandi sluppu at taka skrivingina uppaftur.

Og nú hava tær fingið prógv. 25 nýggir sjúkrarøktarfrøðingar eru tilreiðar at fara til arbeiðis, og somuleiðis eydnaðist hjá tveimum masterlesandi at skriva ritgerð og verja í ár, meðan tær, sum hava verið noyddar at útseta, væntandi koma á mál seinni í ár.

Á hátíðarhaldi í Kongshøll seinnapartin undirhildu Lena Anderssen og Niclas Johannesen, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum helt røðu, har hann m.a. segði soleiðis:

“At seta orð á týdningin av sjúkrarøkt, umsorgan og fyribyrging er trupult, tí tað rakar so breitt. Tó vita vit, at fær tann sjúki røttu umsorganina og røktina saman við kunning um fyribyrgjandi átøk, er skjótari og lættari hjá tí sjúka at koma fyri seg og aftur kunna virka í samfelagnum.”

Vit ynskja øllum sjúkrarøktarfrøðingum og teimum, sum fingu masterprógv í heilsuvísindum í dag, hjartaliga til lukku!

Lesið alla røðuna her.

Les meira um útbúgvingarnar her.

Jóngerð og Herdis fingu masterprógv í fólkaheilsu. Í miðjuni Marin, sum er útbúgvingarleiðari

Møðgurnar Petrina og Belinda fingu báðar prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar í dag

Jessica er hevur sína útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur úr Filipsoyggjum. Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi hevur hon uppstigað sína útbúgving, so hon kann fáa góðkenning og autorisatión til at virka her í Føroyum

Lagið var framúr gott á DHS í dag, og tá Lena og Niclas framførdu sín musikk, bleiv tað enn betri

- Í hóttandi kononutíðini gjørdu tit eitt megnararbeiði og vórðu samstundis noyddar at skerja tykkara vinaskara fyri ikki at bera smittu inn á sjúkrahús ella ellisheim. Hetta eiga tit eitt stórt herðaklapp fyri, segði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í røðu sínari, har hann eisini tosaði um stóra týdningin av sjúkrarøkt, umsorgan og fyribyrging