275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss
Skriva út

275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss

Freistin at taka av lestrarplássinum er 1. august á midnátt.


Setrið hevur nú viðgjørt tær 353 umsóknirnar um lestrarpláss, sum komu inn í ár. Í dag, mikudagin 19. juli, hava allir umsøkjarar fingið boð umvegis t-post.

Av teimum 353 umsøkjarunum fáa 275 at vita, at teimum stendur í boði at fáa eitt lestrarpláss: 230 á einari av bachelorútbúgvingunum, 14 á einum av hjánámunum og 31 á einari av masterútbúgvingunum. Í fjør fingu 409 tilboð um lestrarpláss.

Tey 81, sum ikki hava fingið tilboð um lestrarpláss, fáa eisini boð umvegis t-post: Summi við fráboðan um, at umsóknin ikki er gingin á møti, onnur við fráboðan um, at tey standa á bíðilista.

Tey, sum fáa boðið lestrarpláss, skulu vátta, um tey taka av ella ikki. Seinasta freist at boða frá er 1. august á midnátt.

Bjóðað lestrarpláss 2017Kvota 1    Kvota   2Tilsamans  
Sjúkrarøktarfrøði201030
Lærari28735
Námsfrøði28735
Búskaparfrøði31132
Føroyskt BA1515
Politikkur og umsiting19322
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging19322
Søga BA1515
Orkuverkfrøði14115
Orkuvísindi112
Orkuvísindi og støddfrøði527
Hjánám í føroyskum55
Hjánám í støddfrøði527
Hjánám SSD22
Bachelor og hjánám tilsamans20737244
Masterlæra14
Føroyskt2
Løgfrøði4
West Nordic Studies11
Master tilsamans31
Bjóðað lestrarpláss tilsamans275

.