286 fáa bjóðað lestrarpláss í 2019
Í dag fáa umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur
Tilsamans 397 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 313 um upptøku á bachelorútbúgvingum, 37 um upptøku á masterútbúgvingum, 25 søktu um upptøku á diplomútbúgving, 4 søktu um at lesa hjánám og 18 søktu um upptøku til ískoytisútbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar.
Fyri bachelorútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 27 Búskaparfrøði
- 35 Fólkaskúlalærari
- 13 Føroyskt
- 22 Løgfrøði
- 9 Maskinfrøði
- 35 Námsfrøði
- 5 Orkuverkfrøði
- 2 Orkuvísindi og støddfrøði
- 8 Politikkur og umsiting
- 15 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- 8 Søga
- 30 Sjúkrarøktarfrøði
209 Tilsamans
Fyri masterútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 5 Føroyskt
- 4 Løgfrøði
- 9 Politikkur og umsiting
- 10 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
- 8 Søga
- 2 West Nordic Studies
38 tilsamans
Fyri diplomútbúgving í listaligum arbeiði sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 10 ritlist
- 6 tónlist
16 tilsamans
Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:
- 2 Føroyskt
- 3 Støddfrøði
5 Tilsamans
Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú og til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum so skjótt, sum hetta er klárt.
Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið at fáa nærri kunning og vegleiðing.
Sí eisini niðanfyri samlað yvirlit yvir umsóknir til lestur á Setrinum fyri upptøkuna 2019.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...