29 lærarar fingið prógv
Tað var hátíðar- og gleðisrómur til prógvhandanina fyri lærarar í auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin
Til hátíðarhaldið fingu 27 nýggir lærarar handað prógv, og tilsamans eru 29 læraraprógv útskrivað á Fróðskaparsetrinum seinasta árið.
Til prógvhandanina beyð Erla Olsen, dekanur, vælkomin. Hans Harryson, útbúgvingarleiðari, bar fram røðu, og Sharon Sivertsen helt røðu vegna teir nýútbúnu lærararnar. Harumframt var tónleikaframførsla og felagssangur á skránni, har m.a. ”Landið eg bar við mær inn um skúlagátt” hjá Karsteni Hoydal, ljóðmaði, sum siðvenja og fastur táttur er at syngja til slík høvi á undirvísingarverkinum.
Í síni røðu til áhoyrararnar, legði Sharon dent á tær góðu løturnar og tað sterka samanhaldið, sum hevur myndað teirra árgang av læraralesandi í lestrartíðiðini á Námsvísindadeildini. Harumframt lýsti hon ymiskleikan millum lærararnar, sum allir hvør við sínum serstøku styrkjum, eginleikum og vitanarførningi hava myndað nýggju lærararnar, sum nú eru útbúnir til at stíga út á arbeiðsmarknaðin til eina týdningarmikla yrkisleið fyri at læra og menna okkara dýrabara tilfeingið av børnum og ungum.
Hjartaliga tillukku!
Kátir nýútbúnir lærarar
Ein hátíðarlig og skemtingarsom prógvhandan
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...