298 hava fingið tilboð um lestrarpláss
Lestrarskrivstovan hevur í dag boðið 298 umsøkjarum lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya komandi lestrarár, og við vetrarupptøkuni er samlaða talið tí 323 lestrarpláss fyri árið 2024
Nú summarsins umsóknir eru viðgjørdar, hevur Lestrarskrivstovan í dag sent øllum umsøkjarum svar. Nøkur eru ikki skikkað og hava fingið noktandi svar, onnur eru komin á bíðilista, og so hava 298 skikkaðir umsøkjarar fingið tilboð um lestrarpláss.
Bíðilisti er til fimm útbúgvingar, og fyri at sleppa inn á tær er kravið í minsta lagi hesi miðaltøl:
- Fólkaskúlalærari 7,5
- Sjúkrarøktarfrøði 7,1
- Lívfrøði 6,9
- Mýlalívsvísindi 5,2
- Námsfrøði 3,2
Niðanfyri er yvirlit, sum vísir tal á umsóknum og tal á bjóðaðum lestrarplássum til einstøku útbúgvingarnar.
Á summum útbúgvingum eru lestrarplássini fleiri í tali enn talið á umsóknum, og ein grund er til tað. Umsøkjaratalið verður gjørt upp eftir fremstu raðfesting hjá umsøkjarunum, og fleiri hava fingið tilboð um lestrarpláss á tí útbúgvingini, sum tey hava valt sum sína aðru raðfesting í umsóknini. Hetta er til dømis galdandi fyri námsfrøði, har 54 hava fingið í boði eitt lestrarpláss, hóast bara 39 umsøkjarar valdu námsfrøði sum fremstu raðfesting.
Bachelor | Umsóknir | Bjóðað pláss |
2024 | ||
Sjúkrarøktarfrøði, summar | 40 | 25 |
Sjúkrarøktarfrøði, vetur | 42 | 25 |
Føroyskt | 14 | 17 |
Fólkaskúlalærari | 73 | 35 |
Námsfrøðingur | 39 | 54 |
KT-verkfrøði | 15 | 14 |
Diplom í webmenning | 3 | 1 |
Søga | 6 | 9 |
Stjórnmálafrøði | 15 | 17 |
Samfelagsvísindi | 8 | 8 |
Búskaparfrøði og virkisfrøði | 24 | 28 |
Lívfrøði & Mýlalívsvísindi | 30 | 24 |
Bachelor tilsamans | 309 | 257 |
Hjánám | ||
2024 | ||
Føroyskt | 4 | 4 |
Hjánám tilsamans | 4 | 4 |
Master | ||
2024 | ||
Heilsuvísindi | 28 | 27 |
Søga | 3 | 2 |
Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði | 16 | 16 |
Embætisprógv í lóg | 13 | 12 |
Føroyskt | 6 | 5 |
Master tilsamans | 66 | 62 |
Tilsamans | 379 | 323 |
Tey 298, sum hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava nú freist til klokkan 24:00 tann 1. august til at vátta, at tey taka av plássinum. Eftir hetta verður lýst við møguligum tøkum lestrarplássum.
Lestrarárið á Fróðskaparsetri Føroya byrjar annars 19. august 2024.
Lesið eitt sindur meira um tað her.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...