Gransking ársfrágreiðing 2020 (2).jpg
Ársfrágreiðing er komin um granskingarvirksemið á Fróðskaparsetrinum í 2020
Brynhild Thomsen
08.07.2021
Setrið
Skriva út

299 vísindaligar útgávur í fjør

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya góvu 299 vísindaligar greinar út í fjør. Av teimum vórðu 152 útgivnar í javnlíkamettum, altjóða vísindaligum tíðarritum

- Talið av vísindaligum útgávum frá setursgranskarum er fleirfaldað, og dygdin er vaksin, um samanborið verður við støðuna fyri fáum árum síðani. Á hvørjum ári verður farið undir krevjandi ph.d.-verkætlanir, og formlig granskingarsambond eru ment til granskingarstovnar um allan heim, umframt at Setrið er partur av granskingardeplum í Føroyum.

Soleiðis skrivar Magni Mohr, professari og prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya í fororðum til nýggju ársfrágreiðingina um granskingina á Setrinum í 2020, har m.a. sæst, at granskarar á Setrinum góvu 299 vísindaligar útgávur út, har 152 vórðu útgivnar í javnlíkamettum, altjóða vísindaligum tíðarritum.

- Í dag er gransking á Fróðskaparsetrinum væl ment, og serstakliga gleðiligt er tað stóra fjølbroytnið í granskingarøkjum, skrivar hann og leggur aftrat, at Setrið eisini á fyrsta sinni hevur fingið eina Granskingar- og framtakseind, sum arbeiðir við skráseting av granskingini, góðskumenning av umsóknum um granskingarstuðul og av føstum mannagongdum í tí vísindaliga arbeiðinum.

Høvuðsuppgávan hjá Granskingar- og framtakseindini er at vaksa um nøgdina og menna dygdina av vísindaligum útgávum á Fróðskaparsetrinum og at veita granskarunum betri fyritreytir í sínum arbeiði.

43,5 ársverk við granskingarskyldu

Akademisk starvsfólk eru tey, sum eru sett til at røkja høvuðsuppgávurnar á Fróðskaparsetrinum, nevniliga at undirvísa og granska.

Granskararnir á Setrinum gera bæði tvey, og hesin starvsfólkahópurin telur eitt sindur minni enn helvtina av øllum teimum akademisku starvsfólkunum á stovninum. Hesi eru professarar, lektarar og adjunktar. Øvut av námslektarum, dekanum, adjungeraðum og ph.d.-lesandi hava granskararnir granskingarskyldu mótvegis deildini, har teir eru settir í starv. Tað merkir í stuttum, at hesi skulu granska og røkka teimum ásetingunum, sum Setrið hevur sett fyri gransking og vísindaligar útgávur.

Tilsamans vóru 128 akademisk starvsfólk á Fróðskaparsetrinum í 2020, sum svarar til góð 102 ársverk. Av hesum hava 47 fólk (43,5 ársverk) granskingarskyldu, ið merkir, at hesi hava skyldu til at granska ein part av arbeiðstíðini, umframt at tey eisini undirvísa. Kynsbýtið millum tey, ið hava granskingarskyldu, er 32 prosent kvinnur og 68 prosent menn, meðan kynsbýtið er nakað javnari millum starvsfólk uttan granskingarskyldu - ávikavist 53 prosent kvinnur og 47 prosent menn.

Ph.d.-lesandi

At hava ph.d.-lesandi er umráðandi fyri granskingarvirknið á einum universiteti. Bæði fyri at útbúgva nýggjar og sjálvstøðugar granskarar og fyri at tryggja granskingina á Setrinum á burðardyggan hátt.

Á Fróðskaparsetrinum er talið á ph.d.-lesandi vaksandi, og í fjør taldu tey tilsamans 19, sjey menn og 12 kvinnur.

Tað er ein treyt fyri at verða settur sum granskari á Fróðskaparsetrinum, at viðkomandi hevur ognað sær eina ph.d.-útbúgving.

Tær flestu ph.d.-verkætlanirnar á Setrinum eru annars samstarv við onnur universitet, eitt nú Danmarks Tekniske Universitet, Roskilde Universitet og Universitetið í Malta. Millum annað er talan um samstarv við Fiskaaling, Havstovuna, SEV, Luna, Ílegusavnið og Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu.

Umsóknir um granskingarstuðul

Gransking er týdningarmikil, men gransking kostar. Tískil mugu granskarar nýta tíð og orku til at søkja um stuðul til gransking frá uttanhýsis grunnum til at fíggja tíð, amboð, tøkni og annað, sum skal til fyri at fara undir granskingarverkætlan. Til dømis er neyðugt at søkja um stuðul, áðrenn farast kann undir eina ph.d.-verkætlan á Setrinum.

Í Føroyum eru fleiri grunnar at søkja úr, og Granskingarráðið er tann almenni stovnurin, sum umsitir og veitir størsta almenna stuðulin til gransking í Føroyum.

Granskarar á Fróðskaparsetrinum sendu í fjør tilsamans 55 umsóknir um granskingarstuðul til grunnar í Føroyum og uttanlands. Av hesum fingu 36 ella góð 65 prosent stuðul játtaðan.

Samanumtikið kann sigast, at tær deildir, sum sendu flestar umsóknir, eisini fingu flest játtandi svar, og í ársfrágreiðingini sæst eisini, at tær deildir, sum geva mest út, serliga av javnlíkamettum útgávum, eisini eru tær, sum oftast søkja og vinna sær granskingarstuðul.

- Óteljandi ferðir er víst á, at gransking er ein tann týdningarmesta drívmegin í einum samfelag fyri at hava búskaparligan vøkstur, burðardygga nýskapan, fólkaræði, lívsgóðsku og intellektuellan ávøkstur. Tey samfeløg, sum veita dyggan stuðul til gransking, eru eisini fremst á hesum økjum, sigur Magni Mohr, prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum.

Lesið ársfrágreiðingina um gransking á Setrinum 2020 her.