25.11.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

3 nýggjar vísindaligar greinar

Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur 3 nýggjar vísindaligar greinar úti í heyst.


Greinarnar viðgera trý ymiskt arbeiðsfysiologisk øki.

Grein 1 í Journal of Sport and Health Sciences
Effects of small-volume soccer and vibration training on body composition, aerobic fitness, and muscular PCr kinetics for inactive women aged 20-45.
Connolly, Scott, Mohr, Ermidis, Julian, Bangsbo, Jackman, Bowtell, Davies, Hopkins, Seymour, Knapp, Krustrup and Fulford.

Greinin samanber úrslit av lítlari mongd (2x15 min. um vikuna) av fótbóltsvenjing versus venjing á vibratiónsplatformi í 16 vikur hjá kvinnum í aldrinum 20-45 ár. Broyting í kropskompositión varð mátað við DXA-skanning og orkustatus í vøddunum undir møðandi arbeiðstest varð mátað við MRI-skanning (sparkiarbeiði var framt inni í MRI-skannara) har fokus var á Creatin Phosphat kinetik. Víst var, at venjing á vibratiónsplatformi hevði onga effekt, meðan fótbóltsvenjing framd einans tvær ferðir 15 minuttir minkaði um kropsfeitt, betraði hjartafunktión og orkustatus í vøddunum undir kropsligum arbeiði. Tískil ber til at betra um sína heilsustøðu við bert 2x15 minuttum av fótbóltsvenjing um vikuna.   

Kanningin var gjørd í á University of Exeter í UK, og var framd í samstarvi ímillum enskt, svenskt, danskt, grikst, og týskt universitet og so Fróðskaparsetur Føroya.
 
Grein 2 í Journal of Sport Sciences
Caffeine supplementation does not affect match activities and fatigue resistance during match play in young football players.
Pettersen, Krustrup, Bendiksen, Randers, Brito, Bangsbo, Jin and Mohr.

Her var effektin av koffeininntøku á kropslig avrik og møði undir fótbóltsdystum kannað í ungum (18 ár), mannligum, norskum elitufótbóltsspælarum. Renniførleiki var mátaður við ZXY-systeminum, ið brúkar radiotøkni at fylgja fótbóltsspælarum í dysti. Blóðroyndir vóru tiknar undir dysti og kropslig møði var máta við Yo-Yo IR2 testini aftan á dystirnar. Hesar mátingar vóru gjørdar við koffein ella placebo-inntøku. Víst varð, at koffeininntøka ikki broytti kropslig avrik í dysti ella møði eftir fótbóltsdystir, men gjørdi tó, at leikararnir blivu betri til at framleiða mjólkasýru (laktat) undir dystinum. Víst var eisini, at nógvir leikarar høvdu eina positiva effekt (hóast eingin statistisk framgongd var) og hugtakið “high responders” og “low responders” verður diskuterað í greinini. Kanningin vísir, at ungir fótbóltsspælarar ikki betra síni avrik í dysti við koffeininntøku, sum annars er víst við vaksnum leikarum.     

Kanningin var gjørd á University of Tromsø, NO, í samstarvi ímillum enskt, danskt, svenskt, írskt, katarskt universitet og so Fróskaparsetur Føroya.

Grein 3 í Scandinavian Journal of Medicine and Sciences in Sports

Plantar flexor neuromuscular adjustments following football match-play in hot and cool conditions.
Girrard, Nybo, Mohr and Racinais.

Vit kannaðu fysiologiskar møðis- og hvíldarskipanir í nervaskipanini og vøddunum aftan á fótbóltsdystir í heitum (43°C) og vanligum (21°C) umhvørvi. Áðrenn, beint aftaná, 24 og 48 tímar aftan á dystirnar mátaðu vit maksimala styrki, nervasignalstyrki og aðrar variablar, sum staðfesta vøddanervaskipanarfunktiónalitet. Millum annað stimuleraðu vit nervar elektriskt undir vøddasamandrátti fyri at kanna møgulig negativ árin á nervaskipanina eftir dystirnar. Víst var, at maksimal styrki og vøddaaktivering fall markant aftan á dystirnar, og meðan nervaskipanin var úthvíld aftan á 24 tímar, so var vøddamøði enn at hóma 48 tímar eftir dystirnar. Serstakliga evnini at menna kraft skjótt (Rate of Force Development; RFD) vóru tarnað aftan á dystirnar, sum gevur eitt verri kropslig avrik og økt skaðarisiko undir eksplosivum vøddasamadrátti fyrstu dagarnar eftir fótbóltsdystir. Eingin munur var vístur ímillum møðis- og hvíldartíðina í hita samanborið við vanligt umhvørvi, hóast 30% minni arbeiði (intens renning) varð framd í hitanum. Hetta leggur upp til, at ymiskar fysiologiskar mekanismur framprovokera møði hjá arbeiðandi ítróttarfólki í hita í mun til í vanligum umhvørvi, og at ymiskir fysiologiskir tættir hvílast við ymiskari ferð. Kanningin gevur nýggja vitan um hvíldarstrategiir eftir fótbóltsdystir.

Greinin er úrslit av stórari kanning sum var framd í Katar við føroyskum royndarpersónum úr fótbóltsfelagnum B36 í 2010, og er fimta vísindaliga greinin frá hesi kanningini (hinar fýra greinarnar eru kunngjørdar í hesum tíðarritum: Buchheit et al. (2011) í Scand J Med Sci Sport; Racinais et al. (2012) í Br J Sport Med; Mohr et al. (2012) í PLoS ONE og Nybo et al. (2012) í Med Sci Sport Exerc. Kanningin er samstarv ímillum katarska granskingarsjúkrahúsið, Aspetar, danskt universitet og so Fróðskaparsetur Føroya.