300 spurningar til 200 næmingar
30.03.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

300 spurningar til 200 næmingar

Hugburðurin til undirvísing innan náttúruvísindaligu fakini skal nú kannast, og higartil hava yvir 200 fólkaskúlanæmingar kring alt landið svarað einum stórum spurnarblaði við yvir 300 spurningum.


Læraralesandi á Føroya Læraraskúla hava sett sær fyri at spyrja føroyskar næmingar somu spurningar, sum næmingar í nógvum ymiskum londum hava svarað. Áður hava flest øll onnur lond innan OECD svarað somu spurningum. Endamálið við hesum spurnarblaði er at kanna, hvat næmingar í ymsum pørtum av heiminum halda um náttúruvísindi í skúla eins og uttan fyri skúlagátt. Hesar upplýsingar fara væntandi at stuðla uppundir at gera skúlan betri.

Altjóða spurningarnir fevna um mangt og hvat, t.d. náttúru, alisfrøði, rúmdina, mannakroppin, mannasálina, framtíðar starv, tøkni – og eisini verður spurt um hvat næmingarnir gera, tá teir ikki eru í skúla. Til dømis um teir nakrantíð hava verið á floti, gjørt boga og píl, mjólkað dýrum, bundið okkurt plagg ella sett telt upp.

Harumframt eru eisini nakrir serføroyskir spurningar, sum fevna um t.d. fletting, fisk, umhvørvi og hvaðani tey leita sær upplýsingar.

Tey læraralesandi fara at brúka hesar spurningar til teirra stóru endaverkætlanir. Væntandi fara at koma nøkur greið tilmæli um, hvussu undirvísing í fakum sum t.d. lívfrøði, alis- og evnafrøði, umframt náttúru- og tøkni kunnu gerast betri. Longu nú vita vit, at stórur munur er á áhugamálunum hjá gentum og dreingjum serliga innan hesi fakøki, og tí er spennandi at vita, um henda kanningin fer at geva ábendingar um hvussu best kann farast fram.