31 nýggir sjúkra-røktarfrøðingar
Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi
Próvtøkudámur hevur verið og er um alt Setrið hesa tíðina, og stór gleði merkist á teimum, sum nú kunnu siga, at hægri lesturin er lokin.
Soleiðis er eisini á Deildini fyri heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, har 31 hava verið til endaliga próvtøku og fáa prógv sum B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði. Afturat tí hava átta tikið masterprógv í heilsuvísindum.
Nógvar sera áhugaverdar ritgerðir eru skrivaðar í sambandi við endaligu próvtøkurnar, og almeningurin kann eisini sleppa at skoða úrslitini hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Tí tann 21. juni frá klokkan 14 - 16 verður postarasýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, har nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir leggja síni úrslit fram.
Útbúgvingin sum BSc í sjúkrarøktarfrøði gevur førleika til at útinna, menna, leiða og eisini at miðla sjúkrarøkt. Framsýningin er tískil eitt høvi at miðla nýggjastu vitan í sjúkrarøktarfrøði í Føroyum. Hetta er umráðandi liður í menningini av heilsu- og sjúkrarøktarøkinum í okkara samfelag.
Tann 23. juni verður so tann stóra prógvhandanin í Norðurlandahúsinum, tá vit fagna øllum teimum, sum hava fingið Setursprógv seinasta árið.
Tað er altíð ein stórur dagur - fyri stór sum smá -, tá endaliga próvtøkan er staðin
Hesa ársins próvtøkutíð koma nógvir familjulimir á gátt á Setrinum fyri at stuðla og fagna sínum nærmastu, sum nú hava staðið sína universitetsútbúgving
Sera stórur og vaksandi tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum, og tí varð avgerð tikin um, at Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi skuldi taka nýggj lesandi upp tvær ferðir um árið, á sumri og á vetri
Nú er mamma endiliga liðug við at lesa á Setrinum, men hvat er tað fyri gáva, ið hon hevur fingið?
Puha, sum tað er gott, at hesin drúgvi teinurin nú er runnin :-)
So eru pappírini komin upp á pláss, og smílini lúgva ikki: Tað er undurfult! :-)
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...