![Lærarar fáa handað prógv 2 (2).jpeg](https://setur.cdn.fo/savn/6706/lærarar-fa-a-handað-pro-gv-2-2.jpeg?width=624&height=350&rmode=crop&s=MWiwxGBZVO__AxKK8uBYg9zYkTA)
32 nýggir lærarar fingið prógv
Árið í ár er sermerkt, tí 150 ár eru liðin, síðani Læraraskúlin varð stovnaður. Fríggjadagin var prógvhandan á Námsvísindadeildini á Setrinum, og tilsamans hava 32 fingið prógv í lestrarárinum, sum farið er
Fríggjamorgunin var prógvhandan fyri lærarar í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn.
Nógv er at hátíðarhalda, tí hálvtannaðhundrað ár eru síðani, at hugaðir føroyingar kundu útbúgva seg til lærara í Føroyum, og sindur meira enn hálvthundrað ár eru liðin, síðani Læraraskúlin flutti út á Frælsið í Havn við sínum virksemi.
Í 2008 bleiv læraraútbúgvingin umskipað, tá Læraraskúlin gjørdist partur av Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Alt hetta setti sín dám á prógvhandanina, og Erla Olsen, dekanur, nevndi tað í røðu síni til tey lesandi, sum fingu prógv.
Tilsamans hava heilir 32 lærarar lokið prógv lestrarárið 2019/20.
Andrew Hansen, Annika Juul, Bára Krossteig Hansen, Beinta Danielsen, Beinta N. Solmunde, Betty Vitalis Kallsberg, Bodil Jacobsen, Dina Jensdóttir Norðberg, Georg Nolsøe Rasmussen, Hjørdis Persdóttir Andreasen, Kjartan Magnussen, Kristleif Zachariassen, Laila Fríða Asbjørnsdóttir Nielsen, Maiken Skaalum, Mikkjal Christiansen, Mirjam Høj, Ragna Gregersen, Rebekka á Neystabø Jacobsen, Rut Smith Ládal, Sanna Akurstein, Sára Mary-Ann Johnsdóttir Anthoniussen, Sára Sondum, Siri Jónsdóttir í Grund, Sólrun Andersen, Sveinur Ellefsen, Terji Mørk, Tóra í Lon, Tóri Rasmussen, Valborg Klæmintsdóttir Jóhannessen, Tummas Eivind Jørleifson Hansen, Margit Joensen og Ingibjørg Kristiansen.
Hetta er tann útbúgvingin á Setrinum, har flest prógv eru útskrivað lestrarárið 2019/20.
Erla Olsen, dekanur, bjóðaði vælkomin, og Lydia Didriksen, útbúgvingarleiðari, helt røðu. Eisini var felagssagur, og sungin varð, "Landið eg bar við mær inn um skúlagátt" hjá Karsteni Hoydal. Tóri Rasmussen og Beinta Danielsen, umboð fyri tey lesandi, hildu somuleiðis røðu.
Tónleikainnsløg vóru við Haraldi Fonsdal Jóhannesen, sum lesur til lærara, og Ester Kristiansen, sum lesur til námsfrøðing.
Vit ynskja nýggju lærarunum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og góða eyðnu!
Lydia Didriksen, útbúgvingarleiðari helt røðu fyri nýútbúnu lærarunum
Tóri Rasmussen og Beinta Danielsen hildu røðu við kanti og onkrum priki
Sólskin, staðin útbúgving og summar :-) Rut Smith Láadal, Siri Johnsdóttir í Grund og Tóra í Lon
Eftir prógvhandanina var ábit og hugnaløta á Námsvísindadeildini
- 04.02.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi: Frá teksti til læruGreining av ítøkiligum rættarmálum er merkt av lítlari áh...
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...