353 umsóknir til hægri lestur á Setrinum í 2017
Samlaða talið av umsóknum til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya í 2017 er 353.
Eins og undanfarin ár eru tað útbúgvingarnar í sjúkrarøktarfrøði, læaraútbúgvingin og námsfrøðin, ið eru tær best umtóktu.
Í ár bjóðar Setrið út bachelorútbúgving í orkuvísindum og orkuvísindum og støddfrøði á fyrsta sinni, meðan bachelorútbúgvingin í búskaparfrøði og hjánám í støddfrøði verða boðin út á øðrum ári.
Talið av umsóknum slóð øll met í 2016, tá heili 563 søktu um upptøku. Í ár er talið av umsóknum nakað væl lægri, og ein av orsøkunum er, at fleiri av útbúgvingunum, ið vóru sera vælumtóktar í 2016, ikki verða bjóðaðar út í ár. Talan er um bachelorútbúgvingarnar í KT-verkfrøði og í lívfrøði, umframt masterútbúgving innan fólkaheilsu. Harumframt vóru fleiri umsóknir til nýggju útbúgvingarnar í búskaparfrøði og til hjánám í støddfrøði enn tað eru í ár.
Fyrisitingin viðgerð í løtuni allar innkomnu umsóknirnar, og fáa allir umsøkjarar svar umvegis t-post mikudagin 19. juli.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:
Bachelor og hjánám 2017 | Umsóknir |
Sjúkrarøkt | 82 |
Lærari | 68 |
Námsfrøði | 40 |
Búskaparfrøði | 30 |
Politikkur og umsiting | 17 |
Orkuverkfrøði | 15 |
Føroyskt BA | 15 |
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging | 15 |
Søga BA | 12 |
Orkuvísindi og støddfrøði | 7 |
Orkuvísindi | 3 |
Hjánám í føroyskum | 5 |
Hjánám í støddfrøði | 6 |
Hjánám SSD | 2 |
Bachelor og hjánám tilsamans | 317 |
Kynsbýtið millum umsøkjararnar til bachelorútbúgvingarnar umframt hjánám er 26% menn og 74% kvinnur, sum er 81 menn og 236 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 205 søkt umvegis kvotu 1 og 111 umvegis kvotu 2.
Upp til 30% verða tikin inn eftir kvotu 2.
Masterútbúgvingar | Umsóknir |
Masterlæra | 14 |
Føroyskt | 3 |
Løgfrøði | 5 |
West Nordic Studies | 15 |
Tilsamans | 37 |
Kynsbýtið millum umsøkjararnar til masterumsóknirnar er 40,5% menn og 59,5% kvinnur, sum er 15 menn og 22 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 205 søkt umvegis kvotu 1 og 111 umvegis kvotu 2.
Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...