37 útlendskir næmingar á skeið á Setrinum
03.08.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

37 útlendskir næmingar á skeið á Setrinum

Í dag er altjóða summarskeiðið farið av bakkastokki á Føroyamálsdeildini. Skeiðið, sum er eitt mál- og bókmentaskeið, er frá 03.-25. august. Luttakararnir eru úr USA, Canada, Týsklandi, Fraklandi, Kroatia, Iran, Sveis, Onglandi, Eysturríki, Polen og Italia. Tey eru íalt 37 næmingar, ið eru býttir á trý skeið á tveimum torleikastigum.


Undirvísingin fer fram á Søgu- og Samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu. Umframt nógvar tímar í føroyskum máli, eru eisini tímar í politiskari søgu, filmslist, staðanøvnum, tónleiki. Haraftrat er skipað fyri fleiri útferðum.

Av tí at ov fá kollegiipláss eru í havn, gista studentarnir hjá privatfólki. Lærarar á skeiðinum eru: Hjalmar P. Petersen, Randi Kúrberg og Marjun Arge Simonsen. Høvuðsábyrgdina fyri skeiðinum hevur Turið Sigurðardóttir, meðan Tina K. Jakobsen tekur sær av tí praktiska partinum.