378 umsóknir til lestur á Setrinum
Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetur Føroya var úti 1. juli 2013, vóru innkomnar tilsamans 378 umsóknir.
296 av umsóknunum eru til tær 8 bachelorútbúgvingarnar, 119 kvotu 2 umsóknir, meðan hinar 177 eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 350 til 10 bachelorútbúgvingarnar
Í ár varð eisini boðin út MA-lestur og her eru innkomnar samanlagt 82 umsóknir.
Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.
Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.
Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis :
• 10 Føroyskt bachelor
• 21 Orku- og umhvørvisverkfrøði
• 83 Lærara
• 50 Námsfrøði
• 71 Sjúkrarøktarfrøði
• 30 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
• 16 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
• 15 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
• 29 Master í løgfrøði
• 5 Master í føroyskum
• 48 Master í vegleiðing
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...