04.07.2024
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

379 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum

Tá umsóknarfreistin var úti mánakvøldið á midnátt, vóru 379 umsóknir komnar um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya næsta lestrarár. Munandi fleiri umsóknir eru komnar um masterlestur

Talið á umsóknum í ár er á eini góðari leið, heldur leiðslan á Setrinum, hóast talið er eitt vet - 2,5 prosent - minni enn í fjør.

379 umsóknir eru komnar til lestrarárið 2024/25 samanborið við 389 í fjør.

Serliga hava tær tríggjar útbúgvingarnar í føroyskum gjørt eitt gott hál í ár – 24 umsóknir í ár í mun til einans sjey umsóknir í fjør.

- Tað frøast vit sjálvandi um, tí føroysktútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum, sum er einasta føroyska universitet í heiminum, skal jú hava okkara serliga ans, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari. 

Færri hava søkt inn á námsvísindi og sjúkrarøktarfrøði, meðan læraraútbúgvingin og búskaparfrøði hava væl fleiri umsóknir enn undanfarnu tvey árini.

Vert er eisini at leggja til merkis, at áhugin fyri masterlestri á Setrinum er vaksin fitt. Til dømis hava heilsuvísindi og samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði nógv fleiri umsóknir enn seinast.

Eisini skal nevnast, at fleiri av útbúgvingunum bara verða bodnar út annaðhvørt ár, og tað ávirkar tølini. Til dømis varð bachelor í løgfrøði ikki boðin út í ár, og tann útbúgvingin fekk heilar 58 umsóknir í fjør.

Arbeitt verður nú við at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar um upptøku í seinasta lagi 12. juli.
 
Niðan fyri sæst umsóknartalið býtt á útbúgvingar. Gevið gætur, at talan er einans um fyribilstøl enn, so onkrar smávegis broytingar kunnu koma.

Bachelorumsóknir

   

2024

2023

2022

Sjúkrarøktarfrøði, summar

40

44

38

Sjúkrarøktarfrøði, vetur

42

55

64

Føroyskt

14

4

10

Fólkaskúlalærari

73

52

64

Námsfrøðingur

39

46

54

KT-verkfrøði

15

18

46

Verkfrøði

 

10

 

Diplom í webmenning

3

5

 

Søga

6

5

6

Stjórnmálafrøði

15

8

4

Samfelagsvísindi

8

9

8

Búskaparfrøði og virkisfrøði

24

16

12

Løgfrøði

 

58

 

Lívfrøði & Mýlalívsvísindi

30

 

28

Listaligt arbeiði

 

10

 

    

Bachelorumsóknir tilsamans

309

340

334

    

Hjánámsumsóknir

   

2024

2023

2022

Føroyskt

4

1

1

Søga & Samfelagsvísindi

 

0

4

    

Hjánámsumsóknir tilsamans

4

1

5

    

Masterumsóknir

   

2024

2023

2022

Heilsuvísindi

28

 

19

Søga

3

3

4

Samfelagsvísindi og stjórnmálafrøði

16

9

9

Embætisprógv í lóg

13

 

13

Løgfrøði

 

3

3

Føroyskt

6

2

5

Leiðsla og skipan

 

15

 

Dátuvísindi

 

16

 

    

Masterumsóknir tilsamans

66

48

53

    

Umsóknir tilsamans

379

389

392