4 adjunktstørv leys at søkja
Fróðskaparsetrið søkir nú eftir fýra adjunktum at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu. Talan er um 1 starv í bókmentum, 1 í løgfrøði og tvey í náttúruvísindum.
Annað av størvunum í náttúruvísindum fevnir um alisfrøði og aðrar náttúruvísindaligar greinir tengdar at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum, meðan hitt fevnir um gransking og undirvísing í náttúruvísindaligum greinum tengdar at jarðfrøðiligum og jarðevnafrøðiligum kanningum.
Starvið í løgfrøði fevnir um undirvísing á bachelor og masterstigi í fyrisitingarligum tættum sum kommunulóg og innliti. Somuleiðis skal hann undirvísa í grundskeiði í lóg.Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans.
Starvið í bókmentum fevnir um gransking og undirvísing í føroyskum bókmentum. Á megindeildini fer fram bókmentagransking, ið miðar eftir at lýsa føroyskar bókmentir í norðurlendskum og altjóða høpi.Granskingarparturin verður í stóran mun tengdur at serøki umsøkjarans. Eitt bókmentaøki, sum tað er ynskiligt at menna gransking og undirvísing í, er barnabókmentir.
Førleikar
Adjunktstarv er tíðaravmarkað útbúgvingarstarv við møguleika fyri føstum starvi sum lektari, um lektaratreytirnar verða loknar. Fyri at verða sett/ur í starv sum adjunktur er ph.d.-útbúgving ella samsvarandi granskingarførleiki ynskilig, men hjá einum við skjalprógvaðum granskingarevnum er møguleiki fyri at skriva ph.d. ritgerð og at menna seg granskingarliga og undirvísingar- liga í adjunkttíðini, sum vanliga er fýra ár.
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava kandidat- ella masterútbúgving.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini. Umsóknin og øll skjøl skulu vera í fýra eintøkum.
Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya.
Freist
Umsóknarfreist er 27.apríl 2012.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...