Knud Simonsen
04.09.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

4 leys PhD-størv

Umsóknarfreistin til 4 PhD-størv um veðurlag, streymar og vistskipanina í havinum kring Føroyar nærkast.


Danska stjórnin hevur játtað stuðul til 4 PhD verkætlanir um veðurlag og streymar við Føroyar. Kandidatar innan nógv ymisk øki kunnu søkja, t.d. matematikk, fysikk, oceanografi, meteorologi og biologi. Kandidatarnir skulu starvast í Føroyum í minst 50% av tíðini og helst verða innskrivaðir við eitt universitet í Danmark ella í Føroyum, t.v.s. við Fróðskaparasetur Føroya.

Umsóknarfreistin er 26. september; men ein tílík umsókn tekur tíð at gera, tí avtala má gerast við avvarandi universitet. Nærri upplýsingar fáast á heimasíðunum hjá danska Forskning og Innovationsstyrelsen, sum umsitir játtanina, ella hjá Fiskirannsóknarstovuni (sí niðanfyri). Eisini ber til at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna (+298 353900) og spyrja eftir Boga Hansen,  Hjálmari Hátún ella Eilif Gaard.