flagg setur (2).jpg
Brynhild Thomsen
06.07.2021
Setrið
Skriva út

455 umsóknir komnar higartil

455 fólk hava søkt um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum higartil í ár

Tá umsóknarfreistin var farin á midnátt 1. juli, hevði Lestrarskrivstovan fingið tilsamans 455 umsóknir um lestrarpláss.

Tvær umsóknarfreistir eru tó ikki farnar enn.

Onnur er 1. august, sum er freistin fyri maskinmeistarar, ið vilja uppstiga seg til bachelor í maskinfrøði, og hin er 15. august, tá freist er hjá lærarum og námsfrøðingum at søkja inn á sínar ískoytisútbúgvingar. So endaliga umsóknartalið verður ikki greitt fyrr enn eftir tað.

Eisini eru aðrar 35 umsóknir komnar til diplomútbúgvingina í føroyskum sum annað mál, sum er eitt serligt samstarv millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, og sum ikki er partur av tølunum niðanfyri.

Tær 455 umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og tey, sum fáa tilboð um lestrarpláss, fáa boð frá Lestrarskrivstovuni í næstum.

Nakað færri av bachelorumsóknum eru komnar í ár, men torført er at samanbera beinleiðis.

Eitt er, at korona gjørdi árið í fjør serligt, annað er, at upptøka bara er annaðhvørt ár fyri summar útbúgvingar, so sum KT-verkfrøði, har 40 umsóknir vóru í fjør. Eisini eru grundleggjandi broytingar gjørdar í útbúgvingunum. Til dømis eru tær tríggjar orkuútbúgvingarnar, sum fingu átta umsóknir í 2019, lagdar saman til eina bachelorútbúgving í verkfrøði í ár, og har hava 19 umsøkjarar biðið sær lestrarpláss.

Nógv fleiri umsóknir eru til master í ár, samanborið við onnur ár. Og har er tað nýggja masterútbúgvingin í leiðslu og skipan, sum ger tann stóra munin. Hendan útbúgvingin er nýggj, og 48 umsøkjarar hava biðið sær pláss á henni.

Nýggj kanning vísir, at stórur gravgangur er eftir teimum, sum taka prógv frá Fróðskaparsetrinum. Heili 97 prosent av teimum, sum fingu prógv á vári og sumri í fjør, eru annaðhvørt í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir framhaldandi lestur.

Lesið meira um tað her.

Niðanfyri eru umsóknartølini fyri 2020 og 2019.

Umsóknir 2019