5. floksnæmingar vilja ikki hava rusk í náttúruni
Skriva út

5. floksnæmingar vilja ikki hava rusk í náttúruni

Tórshavnar kommuna hevur í samband við umhvørvisvikuna lagt seg eftir at hava eitt tilboð til 5. flokkarnar í kommununi. Kommunan hevur tí heitt á Seturstokið seinastu tvær ferðirnar at skipa fyri verkstovum til 5. flokkarnar.

'Seturstokið' er tiltak, ið byrjaði sum ein norðurlendsk verkætlan, sum nú hevur ment seg at kunna gera verkstovur innan nógv ymisk evni. Tað eru starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetrinum, sum standa fyri Seturstokinum, men framvegis er gott samband við norðurlendskar samstarvspartar.

Bioplast við serfrøðingum úr Finnlandi

Í ár komu tveir serfrøðingar frá vísindasavninum “Heureka” í Helsinki at hjálpa til við at gera eina verkstovu um bioplast. Hetta er plast, sum er gjørt úr eplamjøli, sum verður gróthart – men sum eisini loysist upp aftur rættiliga skjótt, um tað liggur í vatni. Eftir nøkrum døgum ella vikum heldur enn fleiri hundrað ár. Eisini sóu tey, hvussu til ber at gera slím við eplamjøli.

Plastoyggin, havstreymar og fuglarnir

Eftir at næmingarnir høvdu gjørt bioplast sjálvi, fóru tey at hyggja at, hvat hendir við plasti, um tað rekst úti í náttúruni. Tey sóu, hvussu fuglar verða fangaðir í plasti, hvussu fuglar, fiskar og onnur dýr eta plast, og hvussu alt plast, sum rekst, endar í havinum.

Tey fingu at vita um eina ovurstóra oyggj í Kyrrahavi, sum er gjørd av plastruski. Henda ruskoyggin er íkomin orsakað av havstreymum, sum eru stýrdir av muninum í hitanum við ekvator og norðpólinum umframt at jørðin melur. Næmingarnir sóu eitt modell av, hvussu ruskoyggjar kunnu íkoma.

Allir næmingar vilja fremja tiltøk at minka um plastið

Eftir verkstovurnar høvdu næmingarnir høvi at svara einum stuttum spurnablaði um, hvat tey sjálvi ítøkiliga ætla at gera fyri at minka um plastnýtsluna.

178 næmingar svaraðu spurnablaðnum. Eingin ætlar einki at gera, og næstan øll siga seg ikki vilja blaka rusk út í náttúruna. Eisini skrivaðu fleiri, at tey ætlaðu at átala, um tey sóu onnur blaka rusk. Bert ein fjórðingur av næmingunum ætlar ikki at taka rusk frá øðrum upp.

Svarini benda á, at gentur í størri mun enn dreingir hugsa um at minka um árinið av plasti, bæði við at minka um nýtsluna av posum, og við at henta rusk, sum sløðist úti í náttúruni.

0%

Einki

39%

Hava posa við, tá eg fari til handils (gentur 48%, dreingir 30%)

52%

Brúka drekkidunk og kranavatn

92%

Ikki blaka rusk út í náttúruna

76%

Taka rusk upp (frá øðrum), sum sløðist úti í náttúruni (gentur 85%, dreingir 69%)

Talvan vísir hvussu næmingarnir svaraðu spurnablaðnum

Nógv hava víst vælvild

- Væleydnaðu verkstovurnar høvdu ikki verðið veruleiki uttan vælvild frá nógvum ymsum fólkum og stovnum: Heureka, Føroya Sjósavn, Fróðskaparsetrið, Tórshavnar kommuna, Norðurlandaráðið, Nordic Knowledge Train, fyri ikki um at tala tey eldhugaðu læraralesandi á Náttúrubreytini, sigur Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini.